G! vísir fótbólt á stórskíggja

Tað verður lagt upp til eitt meistaraligt mikukvøld í Syðrugøtu. Kaldar bjór, fish’n’chips, semifinala á stórskíggja og fesk tónleikahitt úr Bretlandi.

 

Bretar hava sanniliga funnið melodiin í Russlandi, og tá teir spæla semifinalu móti Kroatia mikudagin klokkan 19.00, verður tað varpað beinleiðis á einum risaskíggja í Syðrugøtu.

 

Hetta mikukvøldið verður Syðrugøta karmur um entertainment úr bestu skuffu. Fjósið klokkan 17.00 og klokkan 19.00 verður beinleiðis fótbóltsdysturin millum Kroatia og Bretland vístur á stórskíggja.

 

Eftir tað verður ein av teimum størstu stjørnunum á bretska tónleikahiminum, Rag’n’Bone Man at hoyra á Gøtusandi við sínum altjóða hittum Human og Skin.