Tak til dømis hetta fólkatingsvalið, ið júst er farið afturum.
Ikki tykkum at siga: í Sambandsflokkinum eru vit Himmals fegin um úrslitið. Eitt av okkara valevnum vann annan sessin, og nú hava vit fingið enn ein góðan pall at reka okkara politikk á. Nú ber endiliga til at fáa javnvág í aftur tað, sum í Fólkatinginum frættist úr Føroyum og um Føroyar.
Ríkisfelagsskapurin, ið vit hava sammett við ein urtagarð, hevur aftur fingið ein urtagarðsmann, ið veruliga hevur áhuga fyri at fáa gróður í aftur garðin.
Hetta valið fall so mikið væl út fyri okkara flokk, at vit eru komin í eina lyklastøðu. Tað er okkara fólkatingsmaður, ið tryggjar, at Fogh-stjórnin heldur fram. Okkara flokkur er ikki hann, ið skrykkir teppið undan einari borgarligari stjórn.
Kundi meira enn so hent, at júst Edmund Joensen fer at vera landi sínum eitt gott og virðismikið umboð og stjórnini í Keypmannahavn ein góður samstarvsfelagi.
Eisini hetta fegnast vit í flokkinum um.
Men tað er sjálvandi ikki nøkur konfliktsøga, ið pressan hevur nakran sum helst áhuga fyri. Tveir og ein hálvan minuttir eftir, at góða og positiva úrslitið av valinum varð greitt, ráddi um at koma við tí negativa og keðiliga. Nú var tað bráddliga ein trupulleiki, at Edmund Joensen og ikki Kaj Leo Johannesen varð kosin fólkatingsmaður.
Álvaratos tit, sum stýra vinklunum í pressuni. Eingin tykkara fær formannin í Sambandsflokkinum at harmast um, at flokkurin hevur havt eitt kanónval. Í okkara flokki snýr tað seg fyrst og fremst um politikkin. Alt annað – eisini persónar og nøvn – er sekundert.
Í tí sama positiva andanum, sum hetta lesarabræv er skrivað, takki eg øllum tykkum, sum valdu Sambandsflokkin á fólkatingsvalinum. Hvør einasta sambandsatkvøða fer nú at vinna ávirkan og virka fyri úrslitum. Eisini ein hjartans tøkk til tykkum mongu, sum á onkran hátt hjálptu flokkinum til hetta úrslitið. Valevnini fáa eisini eina inniliga tøkk fyri innsatsin.
Seinasta og størsta blóman fer til nýggja urtagarðsmannin. Tillukku Edmund, og góðan arbeiðshug.