Grindabátafelagið í Vági skipaði í vikuskiftinum fyri stevnu og fekk vitjan av Greipi úr Havn, Dvørgamoy úr Eysturoynni og Nadoddi av Tvøroyri.
Fríggjakvøldið savnaðust bátar og manning á Garðabrúnni í Vági, ið er umvæld fyri stuttum, og so varð lagt á fjørðin. Umframt teir 3 vitjandi bátarnar, luttóku gomlu grindabátarnir Svanurin, Sildberin, Dýrið og Hvalurin. Túrurin til Sandvíkar tók einar 4 tímar. Dagin eftir fóru menn á Hvalbiareið at meta um veðrið, men mett varð, at ikki var ráðiligt at halda leiðina áfram, og oynna runt, sum ætlað, tí líkindini vóru ikki nóg góð. Í staðin settu teir kós heimaftur somu leið, sum teir komu og tóku sær stundir at njóta ferðina.
Góður túrur
Leygarkvøldið varð skipað fyri borðhaldi í Skótahúsinum í Vági, har menn hugnaðu sær og hildu talur og tóku onkra stutta vísu. Men manningin var troytt, so kvøldið gjørdist ikki so langt.
Sunnudagin fóru Dvørgamoy og Greipur aftur norðeftir. Klokkan 10 á morgni hildu teir avstað og klokkan 18 vóru bátarnir í Hoyvík, eftir strævna ferð. Eisini Nadoddur helt leiðina heim og kom á Tvøroyri í øllum góðum.
Ætlanir eru um at endurtaka líknandi tiltak, men nær og hvar er enn ikki avgjørt, men menn eru samdir um, at teir høvdu eina góða ferð og at slíkt eigur at endurtakast.