Góður tónleikur í Bryggjuni

Tað ljóðar næstan ov gott til at vera satt. Men tekur tú av einum tilboði í Bryggjuni sunnukvøldið, er møguleiki at vinna eina fótbóltsferð til Onglands.


Seinastu seks árini hava vestmenningar havt góðan møguleika at fáa sær ein bita og okkurt gott drekkandi afturvið í heimbygdini.
Í november mánaði 2000 lat nevniliga upp Bryggjan á bryggjuni í Vestmanna. Síðani tá hevur verið opið, tí væl av fólki hevur vitjað hetta staðið hvønn einasta dag.
Umframt mat og drekka hava tey vitjandi møguleika at hyggja eftir fótbóltsdystum á stórskíggja. Hetta er væl dámt av vestmenningum, og í fjør, tá Liverpool og Milan hittust í Champions League-finaluni mundu eini 150 fólk vera til staðar.
Tað eru tó ikki bert vestmenningar sum vitja í Bryggjuni. Higar kemur nógv fólk eisini úr grannabygdini Kvívík. Líkt er til at kvívíkingum dáma væl hetta staðið, tí teir eru m.a. komnir við jóladekorasjónum til Bryggjuna.
Tað eru fýra eigarar av Bryggjuni: Barry Bláhamar, Olaf Simonsen, Sigrid Nielsen og Arvid Petersen. Opið er vanliga millum 18 og 24. Um vikuskiftið tó frá 17 til 04.
 
 
Gott tilboð
Nú Fjarðastevnan stendur fyri durum hava fólkini handan Bryggjuna lagt seg eftir at geva teim vitjandi eitt gott tilboð og úrval.
Eitt er maturin og drykkivørurnar, men tey skulu eisini hava undirhald, tá tey vitja matstovuna fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Teir hava nevniliga fingið fatur á einum írskum bólki sum spælir fólkatónleik. Hesin bólkurin Tradalsa spælir bæði nýggjan og siðbundnan tónleik, og tað skuldi verið nakað fyri einhvønn at lurta eftir. Fríggjakvøldið fer bólkurin Reverends eisini at spæla.
Sunnukvøldið verður kortini eingin fólkatónleikur á skránni, men kortini eitt tiltak sum man fara at savna fólk í hópatali á Bryggjuni.
Tá verður nevniliga HM-finalan spæld, og ætlanin er at henda skal vísast á stórskíggja fyri teimum fótbóltshugaðu vestmenningunum og gestunum, sum koma higar úr øðrum støðum kring landið.
Í hesum sambandi bjóðar Bryggjan teimum eitt tilboð: Tekur ein við onkrum av tilboðunum um vikuskiftið er ein samstundis við í lutakastinum um eina fótbóltsferð til Onglands.