Í dag eru bert trý línuskip til fiskiskap, men á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri línuskip fara at loysa í næstum.
- Tvey av skipunum, sum í løtuni eru til fiskiskap, eru á Íslandsrygginum, men ivasamt er, um tey koma inn at landa í næstu viku, tí skipini eru nýliga byrjaði túr.
Lagt verður aftrat, at triðja línuskipið, sum er til fiskiskap í løtuni, er vestan fyri og fiskar tosk og hýsu. Hetta skipið kemur inn at landa mánadagin.
- Streymurin verður góður í næstu viku, og veðrið verður hampiligt. So, vit rokna við, at nakað verður av útróðri.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er góður, og tað er serliga línan, sum roynist.
- Veiðan hjá útróðrarbátum er stórt sæð bara toskur, verður lagt aftrat.