Eitt línuskip kemur inn at landa í morgin við toski og hýsu. Seinni í vikuni kemur helst eitt línuskip aftrat undan Føroyum, eisini við toski og hýsu.
- Vit vænta eisini eitt línuskip undan Íslandi við brosmu og longu.
Fiskamarknaður Føroya sigur í sínum metingum fyri næstu viku, at hini línuskipini eru nýliga byrjaði túr, og tí er ivasamt, um fleiri koma inn at landa í næstu viku.
- Streymurin verður góður, og veðurútlitini eru fyri tað mesta góð. Vit vænta tí nakað av útróðri. Bátarnir fáa at kalla bara tosk og hýsu.
Lagt verður aftrat um útlitini fyri næstu viku, at seks djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir partrola eftir upsa og fáa eisini nakað av hjáveiði.
- Djúpvatnstrolararnir koma helst inn at landa fyrst í vikuni.
Um partrolararnar verður sagt, at fiskiskapurin er smáligur, og at hesir koma inn, sum vikan gongur.
Trolbátarnir eru nýliga byrjaðir túr. Teir fiska tosk, hýsu og havtasku og fáa eisini nakað av reyðsprøku.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma inn at landa í vikuni. Eitt annað garnaskip fiskar havtasku og frystir veiðina umborð.