Góður ?streymur?.... í knænum

Gongur tað, sum kanadiskir og amerikanskir granskarar vilja, er ikki óhugsandi, at fólk áðrenn langt um líður verða sjálvberandi við ravmagni til ymisk elektrisk tól Tólini, sum hugsandi er, at vit sjálvi fara at framleiða ravmagn til, eru eitt nú fartelefonir, mp3´arar, lummaradio - og kanska eisini til okkara egnu teldur. Í aðrar mátar síggja granskarar møguleikar í, at fólk sjálvi kunnu framleiða streym til lívsneyðug tól, sum eru ein treyt fyri, at fólk eru á lívi.

Tað er granskingarleiðarin, Max Donelan og starvsfelagar hansara á Simon Fraser Universitetinum í Kanada, sum nú arbeiða við eini ætlan, har fólk í ein ávísan mun kunnu gerast sjálvberandi við ravmagni.

Granskararnir hava nevniliga megnað ?at fange motorisk energi fra knæleddet?, sum tað verður sagt ? og hava umgjørt hesa orku til ravmagn.

Tað er tíðarritið Science, sum ber hesi tíðindi.

- Prinsippið byggir á, at vit alla tíðina ?sløsa? við orku. Nógvar av rørslum okkara eru ikki 100% effektivar, og tí fellir ein partur av orkuni, sum vit brúka, rætt og slætt burtur.

Tólið, sum granskararnir hava ment, hevur ein lítlan motor, ið kann taka upp orkuna, sum fer til spillis, tá ið vit ganga.

Granskararnir hava staðfest, at tá ið tú gongur ein vanligan spaseritúr, snýr avlopsorkan seg um heili 5 watt, sum er nóg mikil streymur til at dríva heilar 10 fartelefonir, skrivar tíðarritið.

- Tað er hugsandi, at ein slíkur generator í framtíðini kann útvega nóg mikið at orku til at dríva teldur, sum tú sjálvur brúkar, siga granskararnir.