Góður sluttspurtur av AaB

Eftir leingi at hava ligið undir eydnaðist tað AaB at vinna í Esbjerg Tað er gott lag í AaB ferðalagnum, sum nú fyrireikar seg at fara úr Esbjerg og norður til Aalborg.

AaB hevur seinnapartin vunnið 2-1 í Esbjerg. Leingi sá tað svart út hjá AaB, tí Esbjerg var góða løtu á odda, eftir at málverjin hevði kiksað roynd at bjarga frísparki.

Seks minuttir undan leikloki javnaði AaB við sjálvmáli eftir horna, og tveir minuttir seinni skoraði Rada Prica sigursmálið.

Hvørgin av føroysku spælarunum var á AaB liðnum í dag.

Súni Olsen spældi í gjár á næstbesta liðnum, sum púra óvæntað tapti 1-0 á heimavølli ímóti botnliðnum í 2. deild Nesby. AaB hevur higartil verið oddalið í 2. deild vestur.

Jón Rói Jacobsen hevur ikki spælt í vikuskiftinum, tí hann er skaddur.