Vágamenn láta sum heild væl at skurðinum í heyst. Okkurt einstakt lamb, frætt er frá, er farið upp um 50 pund, og nógvastaðni er bæði nógv og gott komið úr haganum.
Summarið hevur verið sjáldsama gott til gróður og vøkstur sum heild, siga menn, sum hava við seyð at gera. Onkur eldri maður, Sosialurin hevur hitt á máli, vil vera við, at í hansara tíð hevur slíkt ár ikki verið fyrr. Og tað eigur heilt greitt at kunna síggjast aftur á skurðinum, halda teir.
Sandavágsmenn hava verið á fjalli í fleiri hagapørtum, hóast nakrir eru eftir enn. Og har, teir hava rikið, verður látið at, at árið er væl oman fyri meðal. Onkunstaðni er nógv meira skorið, enn fyrr hevur verið og meðalvektin hevur eisini ligið fleiri pund hægri.
Sum nógva aðrastaðni dámar monnum væl at hava heimaseyð, og vanliga eru tað teir sonevndu »køttarnir«, tey smæstu lombini, sum sett verða við. Men í ár hevur tann sjáldsami »trupulleikin« stungið seg upp, at tað eru ov lítið til av smáum lombum.
Í onkrum haga hevur út móti eini helvt av lombunum vigað 50 kg. og meira livandi. Og tá teir so rokna við, at krovið vigar umleið livandi vektina minus eini tíggju í pundum, er greitt, at tað roynist væl. Og tað hevur eisini víst seg soleiðis í flestu førum.
Í Dalhaga settu teir eitt met um dagarnar, vilja teir halda í Sandavági. Haðani varð flett eitt hagalamb, sum fekk vektina upp á 53 pund, og tað vita menn ikki at siga um fyrr, halda teir.
Yvirhøvur láta vágamenn, Sosialurin hevur tosða við, hampiliga væl at skurðinum, hóast onkur er, sum ikki heldur, at tað er so øgiligt í mun til tað vanliga. Men sum skilst á monnum, plagar har at vera rættiliga gott yvihøvur, so útsvingini verða ikki so øgilig, um eitt metár annars er.