Góður sjómansskapur

Seinnapartin í gjár var eftirmetingarfunur á Feiskiveiðieftirlitinum um bjargingina av polska seglbátinum Rzeszowiak, og full semja var um, at samskiftið millum partarnar var fyrimyndarligt.

Serliga vóru skipararnir á Róki og Lerki, Rúni Samuelsen og Kristian Larsen, róstir fyri teirra góða sjómansskap saman við manningunum, og tyrlumanningarnar og manningin á Brimli fingu rós fyri dirvi í sambandi við bjargingina.

MRCC greiddi eisini frá hjálpini, sum skipari og manning á Thor høvdu veitt.

Politiið hevði eisini ein stóran leiklut í samskiftinum. Tað var ikki minst at tosa við tey avvarðandi, sum ringdu úr Pollandi.