Góður sigur í minni góðum dysti

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Klæmint A. Olsen staðfestir, at tað var ikki vakurt, men tað helt til ein sigur ímóti B68

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við liðskiparan og toppskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen aftaná 2-1 heimasigurin hjá NSÍ í grannauppgerðini ímóti B68 við Løkin í Runavík í dag.

 

Liðskiparin hjá NSÍ fegnast um sigurin, men hann ásannar, at NSÍ ikki hevði sín besta dag við at skapa málmøguleikar, og eitt sindur av hjálp frá B68 skuldi til, sipandi til sjálvmálið hjá Oddi Højgaard.

 

Spurdur um hvussu høgt teir sikta í NSÍ, staðfestir Klæmint A. Olsen, at teir taka ein dyst í senn. Tað hevur NSÍ roynt áður, og tað við góðum úrsliti.