Grønlendski rækjutrolarin Akamalik, har fleiri føroyingar eru við, kom í gjár inn í Aasiaat, har teir hava landað 430 tons av rækjum, sum eru fiskaðar í 10 dagar. Hetta er annar túrurin hjá Akamalik síðani 30 august.
Akamalik fór til fiskiskap aftur á middegi í dag. Eftir ætlan skulu teir landa aftur í Sisimiut 9. oktober, tá verður manningin eisini skift, føroyingarnir verða heima 11. oktober.









