Ein lítil triðingur av tí, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var svartkalvi frá einum báti, sum roynir við línu, og hann fekk góðan prís. Teir seldu knappliga 10 tons av svartkalva, og fyri hann fingu teir 29,98 krónur fyri kilo.
Annars vóru góð 36 tons á uppboðssøluni í dag, og knappliga 10 tons vóru toskur. Toskur II fór fyri 16,85 krónur, toskur III fyri 16,39 krónur, og toskur IV fekk meðalprísin 15,13 krónur fyri kilo.
Umleið sjey tons vóru av blálongu og eini fýra tons av longu. Blálongan fór fyri 9,03 krónur, og tað mesta av longuni fór fyri 12,00 krónur.
Fiskamarknaðurin seldi tey 36 tonsini fyri 640.000 krónur.










