Tað mesta av fiskinum, sum var á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag, var frá einum línuskipi, sum hevði roynt undir Íslandi, og einum útróðrarbáti, sum hevði verið við línu á Sandoyarbankanum, og prísurin var yvirhøvur góður.
Góð 17 tons vóru av toski. Toskur I fór fyri 20,91 krónur í meðal, toskur II fyri 19,68, toskur III fyri 18,31 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 15,59 krónur fyri kilo.
Umleið 12 tons vóru av hýsu. Tann størsta hýsan fór fyri 17,59 krónur, hýsa II fyri 16,99 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 15,69 krónur.
Eini fimm tons vóru av upsa, og hann fór allur fyri 10,51 krónur fyri kilo. Av longu vóru umleið fýra tons. Tað mesta var longa II, og prísurin á henni var 16,09 krónur.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 43 tons í dag fyri 700.000 krónur.










