Góður nátadagur í morgin

Hann sigur gott nátaveður í morgin, men keðiligt veður teir fyrstu dagarnar í næstu viku.

Alt bendir á, at tann góði nátadagurin, sum fyribils er eftir, verður í morgin, leygardagin.

 

Útlit eru til, at tað verður rímiliga gott veður í morgin, fyrst 2-5 metrar um sekundið av ymsum ættum - og síðan 2-7 metrar um sekundið av eystligari ætt.

 

At dagurin helst verður í morgin og neyvan, soleiðis sum veðurútlitini eru, í næstu viku, kemst av, at bæði mánadagin, týsdagin og mikudagin sigur DMI frá rímiliga frískum vindi. 

 

Mánadagin verður hann fyrst landsynningur sum gongur niður sunnan og seinni upp í ein útsynning vestan, fyrst millum 8-13 metrar um sekundið - og síðan upp í 10-15 metrar um sekundið, sum ikki er nátaveður.

 

Týsdagin verður hann sunnan ella útsynningur, 10-15 metrar um sekundið og seinni um dagin væntandi upp í einar 13-20 metrar um sekundið av útsynningi.

 

Hann sigur minkandi vind til mikunáttina, heilt niður í 2-7 metrar um sekundið. Men, mikudagin frískar hann aftur vindin av suðri ella landsynningi, upp í 5-10 metrar um sekundið.

 

Tað er 2. september í dag, og tíðin er ikki farin frá nátanum enn. Tað verður hon heldur ikki mánadagin, týsdagin og mikudagin, men veðurútlitini gera, at tað sær einki serligt út.

 

Í morgin verður dagurin á nátaleiðum, har lotið ikki verður ov frískt. Hetta er besta nátatíð, og leygardagur er. Tí kann eisini roknast við, at nógvir nátabátar verða at síggja í morgin.