Góður koyrivegur til Søltuvíkar

Beint fyri hálvan juli vórðu menn hjá Landsverki lidnir at asfalttera vegin til Søltuvíkar.

Beint fyri hálvan juli vórðu menn hjá Landsverki lidnir at asfalttera vegin til Søltuvíkar. Hetta er eitt arbeiði, sum Sands kommuna ber kostnaðin av. Men, hetta er bara ein partur av øllum tí asfaltarbeiði, sum kommunan letur gera í ár. 

 

Í fíggjarætlanini hjá Sands kommunu fyri 2016 skulu stívliga fýra miljónir krónur brúkast til asfaltarbeiði. Ein lítil helmingur av hesum fer til vegin til Søltuvíkar, og hin parturin av upphæddini verður brúktur ymsastaðni á Sandi, í Sandarbrekkuni og innan fyri Traðir, eystan fyri Sandsvatn.

 

Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, veit at siga, at tað var fyrst í farnu øld, at farið varð at gera vegin ávegis til Søltuvíkar, og hann heldur, at vegaarbeiðið byrjaði tá, tí traðirnar í Søltuvík vórðu avmáldar, sum hann tekur til, í 1904.

 

- Sjálvur var eg unglingi, tá vegurin fyrstu ferð varð asfalterađur. Eg minnist ikki árstalið, men eg vil skjóta upp á, at tað var fyrst í 1980-unum. Tá varð tó ikki asfaltterað oman í sjálva Søltuvíkina, sum nú er gjørt.

 

Borgarstjórin vísir á, at nú vegurin er asfaltteraður, er nógv tann størsti parturin asfalteraður við sproytuasfalti, meðan ávís útsett strekki eru løgd við heitum og sløttum asfalti.

 

- 
Teir heimastu 200 metrarnir báđu megin Hamraliđ eru tó ikki asfalteraðir á hesum sinni, tí Articon í løtuni rokast á hesum strekki við nýggju summarhúsini.
 Eftir er nú at rætta uppá rulluportrini á leiðini, og hetta verður gjørt eftir summarfrítíðina, sigur Brandur Sandoy.