Góður javnleikur til KÍ-kvinnurnar

KÍ-kvinnurnar reistu seg aftaná 0-6 stórtapið ímóti Everton við málleysum javnleiki ímóti litavisku meistarunum KÌ-kvinnurnar taka í hesum døgum lut í europeisku kappingini fyri meistaralið.

KÍ er í bólki saman við Everton úr Onglandi, sum er eitt knasandi gott lið, Gintra Universitetas úr Litava og ZFK Borec úr Makedonia. Bólkaspælið verður leikt yviri í Litava.

Eins og í 2008 megnaðu KÍ-kvinnurnar javnleik ímóti vertsliðnum, Gintra. Í dag gjørdist talan um javnleik 0-0.

Heili 30 hitastig vóru tá dysturin byrjaði, og tí valdu KÍ-kvinnurnar at byrja verjukent og dúva uppá skjótálop. Hetta eydnaðist væl, og Gintra spældi seg ikki til nógvar málmøguleikar.

KÍ-kvinnurnar stríddust manniliga, og tað gjørdi uppgávuna hjá Gintra enn torførari. KÍ hevði eisini sínar málmøguleikar, serliga uppá deyðbóltsstøður. Malena Josephsen hevði eina góða frístøðu, sum hon tíverri ikki gagnnýtti. Gintra hevði eisini ein risamøguleika, har tveir leikarar gjørdist leysir við Randi Wardum, sum stórbjargaði. Gintra spældi nógvar langar bóltar, men teir høvdu KÍ-kvinnurnar ongar trupuleikar við at beina burtur.

KÍ liggur nú á einum triðja plássi við einum stigi, beint frammanfyri ZFK Borec úr Makedonia. Borec tapti heili 10-0 ímóti Everton, sum liggur fremst við seks stigum.

KÍ-kvinnurnar spæla aftur týsdagin klokkan 17 føroyska tíð, tá tær spæla ímóti makedonsku meistarunum, ZFK Borec, sum eru uttan stig. KÍ-kvinnurnar hava tí ein góðan møguleika fáa ein sigur til høldar, ikki minst um tær hava sama hugburð, sum tær løgdu fyri dagin ímóti litavisku meistarunum, Gintra Universitetas.