Men tey allarflestu, Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við, eru samd um, at summarið er eitt tað besta, sum hevur verið yvirhøvur.
Tann, sum ikki fær hoyggið turt í ár, hevur ikki nógv at gera við hoyggj, halda fólk, vit hava hitt á máli.
Vestan úr Vágum frættist, at har eru fleiri soleiðis hálvliðug at hoyggja. Tað sama siga tey í Norðurstreymoy. Í Hósvík lótu tey hampiliga at mánakvøldið.
Aðrastaðni, sum til dømis á Eiði, siga fólk, at tey eru bara reiðiliga komin í gongd. Men terrin er av tí besta nú. Eitt sindur ráligt hevur verið norðanfyri, meðan landnyrðingurin var herfyri. Men tá hoyggjaðu tey aftur fyri sunnan- og vestanfyri.
Onkur er, sum er rættiliga væl við. Sosialurin hevur frætt um onkran, sum koyrir runt og pakkar gras í ballur fyri fólk. Tað sparir nógva tíð, og skal eisini vera hampiliga gott fóður, skilst.
ej









