Góður hýrur á Selatrað

Í hesum døgum er ein skótaleiðaralega á Selatrað, har ung fólk úr øllum Norðurlondum luttaka

SKÓTAR
Rógvi Borðoy

Útróður, hornarbeiði, klintrimúrur og síging eru millum mongu aktivitetirnar á Skótaleiðaraleguni á Selatrað. Magni Laksáfoss er leguovasti á leguni, og hann letur sera væl at. Hóast hann hevur verið á nógvum skótalegum gjøgnum tíðirnar, sigur hann, at hendan hevur verið ein tann besta nakrantíð.
- Eg havi ikki upplivað so góðan hýr fyrr, sigur Magni Laksáfoss. Hetta er eitt ótrúligt upplivilsi.
Á stevnuni eru umleið 90 luttakarar, sum allir eru millum 12 og 16 ára gamlir. Haraftrat koma leiðararnir, soleiðis at talið nærkast 150 tá mest er um dagin. Endamálið við stevnuni er undirvísing. At læra skótaleiðarar at gerðast betri.
Magni Laksáfoss sigur, at grundarsteinurin í skótarørsluni er patruljan, og meiningin við leguni er at styrkja hendan grundarsteinin.

Fólk eru ymisk
- Vit vóru eitt sindur bangin fyri, hvat mundi fara at henda, tá vit gjørdu bólkarnar, tí luttakararnir eru úr ymiskum londum. Men tað hevur gingið sera væl, sigur Magni Laksáfoss, og leggur aftrat, at avbjóðingin akkurát er tann, at fólk eru so ymisk.
Sum dømi nevnir hann, at teir svensku skótarnir eru vanir við tveir heitar rættir hvønn dag, meðan restin av luttakarunum vanliga hava fingið ein um dagin.
Vanliga hevur skótarørslan í Føroyum arbeitt fyri kristnum sjónarmiðum, og vanligt hevur verið at hava eina andakt hvønn morgun. Á leguni ber hetta ikki altíð til, tí fleiri luttakarar eru, sum lýsa seg sum ateistar. Leiðslan fer ikki at noyða nakran at gera nakað, hann ikki vil, so tey hava frí, meðan restin er í kirkju og til andakt.

Nógv tiltøk
Luttakararnir kunna royna at síga seg oman í ein foss á Selatrað, og tann aktiviteturin hevur verið sera væl vitjaður, sigur Magni Laksáfoss. Men mest vitjaði aktiviteturin hevur tó verið útróðurin. Skótarnir hava ein bát, teir kunna fara á sjógv við, og har kunna teir so royna seg sum fiskarar.

Mikudagin er liðugt
Skótaleiðaralegan byrjaði mikudagin tann 2. juli og mikudagin tann 9. juli fara tey fyrstu heim. Legan verður annars hildin umleið annað hvørt ár, og londini skiftast um at skipa fyri.