Góður GM-skalpur

Nýklaktu OL - telvararnir Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen eru farnir eina talvferð, og fyrsta kapppingin varð í Barcelona. Báðir eru teir við í oddinum, og hava telvað ómetaliga væl. Eisini hava báðir vunna á sama stórmeistara, og talvið hesa vikuna er GM-skalpurin hjá Martini.
Seinasta umfar verður telvað í skrivandi løtu, sum merkir at frágreiðing frá kappingini verður í mikudagsblaðnum.

GM Viktor Moskalenko (2513) ? Martin Poulsen (2160)
Sants Op 2002

1.d4 d5 2.c4 c6 3.Rif3 Rif6 4.Ric3 dxc4 5.a4 Bf5 6.Rih4 e6 7.Rixf5 exf5 8.e3 Bd6 9.Bxc4 0-0 10.h3 Ribd7 11.g4 (stórmeistarin ætlar sær at hvøkka Martin við hesum álopsleiki, men Martin heldur høvdið kalt) 11...fxg4 12.hxg4 Fa5 13.Bd2 Bb4 14.f4 Rfe8 15.Ff3? [15.g5 Rid5 16.Fc2 gevur hvítum lítlan fyrimun] 15...Rad8? [15...Rxe3+! 16.Bxe3 Bxc3+ er áhugavert, og gevur Martini fyrimun] 16.g5 Rid5 17.Kf2 Bxc3 18.bxc3 Rixc3 19.Rxh7 Rie4+ [19...Kxh7?? 20.Fh5+ Kg8 21.Fxf7+ Kh8 22.Rh1#] 20.Kg1 Ff5 21.Rh2 Rixd2 22.Fh5 Kf8 23.Rxd2 Rxe3 24.Fh8+ Ke7 25.Fh4 Rif8 (Martin hevur kláran fyrimun, og respektin fyri stórmeistaranum er tíbetur ikki somikið stór, at hann blakar hesa vinnandi støðu frá sær) 26.Re1 Rxe1+ 27.Fxe1+ Ne6 28.Bxe6 fxe6 29.Fe3 Rh8 30.Kg2 Fb1 31.Fg1 Fe4+ 32.Kg3 Rh1 33.Ff2 Fh7 34.Fg2 Fh4+ 35.Kf3 DIAGRAM Rh3+ 36.Ke4 Fe1+ og ukrainski stórmeistarin legði kongin vegna 37.Re2(Fe2)Fb1+38.Rc2 Rc3 0-1