FJØLMIÐLAR
Arbeitt verður við at yvirtaka málsøkið fjølmiðlar, og fyrr enn tað er avgreitt, kemur ongin lóg um fjølmiðlaábyrgd fyri løgtingið. Tað arbeiðið er tó komið væl áleiðis, og væntandi verður málið avgreitt nakað skjótt.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, sum hevur yvirtøkuna og lógarsmíðið av einari fjølmiðlaábyrgdarlóg um hendi.
Løgtingsins umboðsmaður gav ilt av sær í Sosialinum í gjár. Í sambandi við fleiri mál, har føroyskir fjølmiðlar hava staðið fyri skotum í seinastuni, eftirlýsir hann eina fjølmiðlaábyrgdarlóg, sum ásetir, hvussu pressan arbeiðir, og hvussu borgarin verður vardur.
Púra samdur
? Eg eri púra samdur við umboðsmannin. Tað líkist ongum, at vit ikki hava fingið hetta upp á pláss, men tað liggja orsøkir undir, sum ikki eru í okkara hondum. Vit vóna at fáa hetta upp á pláss innan heilt stutta tíð, sigur Høgni Hoydal.
Fjølmiðlaábyrgdarlógin hevur verið leingi ávegis. Líka síðan 1992 hevur tað ligið á landsstýrisborðinum. Men av ymsum orsøkum hevur tað gingið stiltið hjá skiftandi stýrum at avgreiða málið.
Í 2000 legði Høgni Hoydal eitt liðugt uppskot fyri tingið, men av tí at Løgtingsskrivstovan segði, at málið kravdi góðkenning úr Danmark, tók landsstýrið málið aftur. Landsstýrismaðurin sendi ein fyrispurning til Danmarkar, men sigur seg ongantíð hava hoyrt nakað aftur.
Akutt mál
Síðan hevur onki verið at hoyrt alment um málið. Men tað er ikki, tí at landsstýrismaðurin er givin at arbeiða við málinum.
? Hetta er eitt mál, sum eg haldi vera ógvuliga akutt, tí eg haldi tað hava stóran týdning, at vit fáa eina fjølmiðlasiðvenju, ið byggir á sama prinsipp sum í okkara grannalondum, sigur Høgni Hoydal, sum sigur málið vera á dagsskránni hvørja viku.
Javnan verður funnist at fjølmiðlunum, tí teir ganga fólkum ov nær ella eru ósakligir. Sum er, hevur borgarin onga staðni at fara við eini kæru, um hann heldur seg vera fyri órætti í privatu miðlunum. Harafturat kemur, at lógin um kringvarp vísir til fjølmiðlaábyrgdarlógina, sum als ikki er til. Hetta er eitt svínarí, sum myndugleikarnir eiga at fáa í rættlag, sigur umboðsmaðurin, sum bara kann vera kærumøguleiki, tá talan er um almennu miðlarnar. Hann hveppir seg kortini við at taka slík mál upp, tí hann ikki er sakkunnleiki á økinum.
Jøvn umboðan
Í uppskotinum til lóg um góðan fjølmiðlasið verður ein fjølmiðlaetisk nevnd umrødd, sum hevur javna umboðan fyri almenningin og pressuna. Fólk, ið halda seg vera illa viðfarin í fjølmiðlunum, kunnu so kæra til hesa nevndina, sum eisini hevur møguleikan at taka mál upp av sínum eintingum.
? Lógin hevur stóran týdning, bæði fyri borgaran og ikki minst fyri pressuna sjálva. Tað hevur týdning at fáa skipað viðurskifti kring kærur um fjølmiðlar, so tað fæst ein sjálvjustits, sum er alneyðug í pressuni, sigur Høgni Hoydal.
Spurdur, um tað ikki hevði borið til at sett donsku lógina um fjølmiðlaábyrgd í gildi, til málsøkið var yvirtikið, svarar Høgni Hoydal, at tað hevði ikki tikið styttri tíð og hevði heldur ikki loyst trupulleikan við, hvør skuldi fíggjað fjølmiðlaetisku nevndina.
Nær málsøkið verður yvirtikið og ein lóg kemur í gildi, dugir landsstýrismaðurin ikki at siga. Bara at tað verður sum skjótast.