- Tað er heilt vist, at er fiskurin feskur og fyrstafloks tá hann er á marknaðinum í Europa, so fæst eisini ein sera góður prísur fyri hann. Tí er tað at eg sigi: Tveir daga gamlan fisk fært tú einki fyri. Tá er prísurin snøgt sagt burtur, sigur Sonfinnur Ellefsen, sum í løtuni fyrireikar eitt virki, sum skal pakka og senda góðan feskan fisk av landinum.
Fiskivinna
Miðvágur: Innan sær hann ikki út av nógvum, - bygningurin yviri á Prestlandinum, har feðgarnir báðir, Sonfinnur og Jens Eli í løtuni eru til arbeiðis.
Teir eru í ferð við at rigga hesi hølini til eitt arbeiðspláss, her feskur fiskur skal keypast inn, her fiskurin skal pakkast og higani fiskurin skal sendast beinleiðis niður á europeiska marknaðin við Atlantsflog tíðliga um morgunin.
- Vit miða eftir at byrja arbeiðið av álvara seint í summar, tá innrættingin er liðug og tann endaliga góðkenningin frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyriliggur, sigur ein bjartskygdur Sonfinnur.
Teir fara fyrst og fremst at leggja seg eftir at keypa og pakka tosk. Óhugsandi er ikki, at teir einaferð seinni kunnu gera tað sama við hýsu, men í fyrstuni verður toskurin so álitið hjá fyritøkuni, sum ikki uttan orsøk - hevur heitið "Faroe Fresh".
Júst hetta við tí fríska og feska, skal vera vørumerkið hjá fyritøkuni, sum her fer undir eina spennandi ætlan fyri útflutning av føroyskum fiski.
Sonfinnur og Jens Eli meta, at ætlanin ber til. Og tað ger Miðvágs kommuna eisini, tí í løtuni er hon í ferð við at gera veg oman til virkið, soleiðis at arbeiðsumstøðurnar og flutningsmøguleikarnir skulu gerast tær bestu hjá fyritøkuni.
Rætt hugskot
Sonfinnur veit sjálvur, hvat virði er í góðum feskum fiski.
Hann hevur tey seinastu trý árini róð út vestanfyri við báti sínum "Bósdalarfossur", og er í hesum sambandi komin at hugsa um møguleikan at flyta fiskin sjálvur av landinum - skjótt, beinleiðis og fyri ein góðan prís.
Tað vísti seg skjótt, at møguleikarnir fyri hesum vóru til staðar: Fyri flogvøllin í Vágum var hetta eingin trupulleiki. Fyri føroyska flogfelagið Atlantsflog var heldur eingin trupulleiki. Spurningurin var bara um at fáa fatur á tí feska fiskinum.
Tað var kanska mest her at vansin var, tí í fyrsta lagi verður fiskurin á uppboðssølunum blandaður saman, og í øðrum lagi var vansin tann, at tær fyrst byrja at selja kl. 11 um morgunin.
Sum útróðrarmaður í Vágum sóu feðgarnir báðir júst ein møguleika í hesum: Hví ikki sjálvir keypa fisk frá útróðrarmonnum í Vágum, umpakka hann í Vágum og síðani senda hann umvegis Vága Floghavn niður til tann europeiska marknaðin?!
Teir hava fingið loyvi at royndarkoyra hetta hugskotið í eina tíð, og bíða tí spentir eftir degnum, tá teir á fyrsta sinni kunnu fara umborð á eitt av flogførunum hjá Atlantsflogi við feskum føroyskum fiski frá fyritøkuni "Faroe Fresh".
Rættur vegur
Tað hevur eydnast Faroe Fresh at fáa fatur á áhugaðum keyparum í fleiri londum í Europa.
Sonfinnur eigur eina systir, sum býr í Danmark og hon hevur hjálpt teimum við at fáa fatur á møguligum keyparum í t.d. Fraklandi, Hollandi, Spanien og Danmark.
Teir hava longu sent royndir av tí feska fiskinum til hesar keyparar, og hava fingið sera positivar afturmeldingar frá teimum - og ein góðan prís.
- Tað er eisini júst okkara endamál, - at keyparin fær eina góða vøru og sum hann so vil lata ein hægri prís fyri, sigur Sonfinnur.
Inni á virkinum fer tí at verða lagdur allar størsti dentur á góðskuna. Ætlanin er tí, at ein stórur partur av teimum komandi starvsfólkunum skulu hava sum uppgávu at hava eftirlit, so at hagreiðingin og góðskan á hvørjum einasta fiski er í lagi.
- Hetta fer eisini at loysa seg í síðsta enda, sigur hann, og leggur dent á, at hetta má gerast vegurin fyri føroyska fiskivinnu í framtíðini.
Rættur prísur
Tann stóri spurningurin - ella avbjóðingin - hjá øllum útróðrarmonnum hevur verið nøgdin og prísurin, ið fæst fyri fiskin.
Leysliga mett munnu vera eini 400 útróðrarmenn í Føroyum. Soleiðis sum gongdin hevur verið tey seinnu árini, er lítið sum bendir á, at teir fara at fáa meiri fisk uppá mannin.
Tann stóri spurningurin er tí, hvussu teir kunnu fáa ein hægri prís fyri tær nøgdirnar, sum teir avreiða hvørja ferð. Tað er hóast alt munur á at fáa í miðal 10-12 kr. fyri kilo, tá ein veit, at fiskurin kanska er verdur tað dupulta.
Við hesum í huga fer Faroe Fresh at royna eina nýggja og spennandi leið, sum í síðsta enda eisini fer at verða útróðrarmonnunum í Vágum at gagni.