Góður endaspurtur hjá ÍF

Tað tók sína tíð hjá fuglfirðingum, men tá ið 90 minuttir vóru farnir, høvdu teir vunnið trivaligan sigur á teimum næstbestu í Klaksvík.

Í 1. hálvleiki gekk tað toluliga javnt á, men hvørki KÍ ella ÍF megnaðu at gera mál.

Tólv minuttir eftir steðgin skoraði ÍF fyrsta málið. Eftir langa diagonala framlegging úr høgru gjørdist Nenad Saric leysur eftir kiks í KÍ verjuni, og so var 1-0 til ÍF.

ÍF hevði yvirvág, men tað var ikki fyrrenn tíggju minuttir undan leikloki, at ÍF við tveimum tøttum málum staðfesti sigurin. Í báðum førum vóru málskjúttarnir spældir púra blankir.

Atli Petersen økti til 2-0, og Amin Falah skoraði til 3-0.