Hondbóltur
Tað var ein løgin dystur millum kvinnuliðini hjá Kyndil og Stjørnuni. Leikliga skifti gongdin í dystinum fleiri ferðir, og hóast Kyndil leingi sá út til at enda omaná, so vóru tað til endans vágakvinnur, ið vunnu ein tryggan sigur.
Skiftust um at hava leiðsluna
Byrjanin upp á dystin var rættuliga jøvn, og tað gekk nakað strilt við at fáa bóltin í mál. Heimaliðið hevði munin fyrstu løtuna, og tá ið komið var til okkurt um miðjan fyrra hálvleik, var Kyndil á odda 4-2, so talan var ikki um nakað málgildi. Men so gjørdi Søljan bart næstu tíggju minuttirnar og við Heidi Mariu Akselsen á odda skutu tær ikki færri enn fimm mál, meðan heimaliðið als ikki fekk bóltin fram við Kristinu í málinum hjá Søljuni. Tískil vóru tað gestirnir, ið vóru á odda 7-4, tá ið átta minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálvleiki. Kyndlavenjarin, Allan Bait, tók nú eitt time-out, og tað vísti seg at venda gongdini hjá heimaliðnum, og seinastu átta minuttirnar fekk Kyndil fimm mál, meðan Søljan bert fekk tað eina málið. Hetta førdi við sær, at tá ið farið var til hálvleiks, var tað heimaliðið, ið var á odda 9-8.
Kyndil helt tørn eina løtu
Í byrjanini av seinna hálvleiki gekk leikur javnt á. Kyndil hevði munin fyrstu løtuna, men eftir at Sabine Frølund hevði lagt heimaliðið á odda 12-11 um miðjan seinna hálvleik, steðgaði alt upp hjá Kyndil, og samstundis fekk Søljan av álvara glið á spælið hjá sær. Serliga vóru tað tær báðar Nicoleta Radu og Heidi Maria Akselsen, ið góvu kyndilsverjuni stórar trupulleikar. Seinastu 17 minuttirnar av dystinum fekk Søljan heili tíggju mál, meðan Kyndil einans fekk trý, og tað førdi so við sær, at tá ið teir 60 minuttirnir vóru farnir, var tað Søljan, ið hevði vunnið ein tryggan sigur, 21-15, og harvið liggur Kyndil einsamalt í botninum í 1. deild hjá kvinnum í hondbólti.
Dysturin í tølum
Kyndil-Søljan 15-21 (9-8)
Kyndil: Randi Wardum 6, Anja Heinadóttir 4, Sabine Frølund 2, Annika Thomsen 2, Ann Mari Wang 1
Søljan: Heidi Maria Akselsen 8(1), Nicoleta Radu 7(1), Arnleyg Haraldsen 2, Irdi Mikkelsen 1(1), Fía Selma Nielsen 1, Hertha Simonsen 1, Heidi Haraldsen 1
Brotskøst: Kyndil 2(2), Søljan 6(3)
Útvísingar: Kyndil 3, Søljan 2
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Høgni M. Joensen









