Góður dagur hjá Sílinum

Fjarðastevnan gjørdist sera góð hjá Sílinum, sum vann róðurin hjá bæði 5-mannaførum við dreingjum og 5-mannaførum við kvinnum. Hjá kvinnunum er Sílið bert fimm stig frá meistaraheitinum

Eitt av 5-mannaførunum hjá Havnar Rórðarfelag, Sílið, fekk eina dreyma byrjan uppá róðrarkappingarárið, tá bæði dreingirnir og kvinnurnar umborð megnaðu at vinna sín róður á fyrstu stevnuni á árinum, Norðoyastevnu. Við hesum var grundin løgd fyri einum góðum kappingarári hjá bæði dreingjunum og kvinnunum umborð á Sílinum.

Komandi róðrarnir miseydnaðust tó eitt sindur hjá Sílinum. Hjá dreingjunum var tað brádliga Havfrúgvin sum setti dagsskránna við sigrum í trimum teimum næstu róðrunum, meðan kvinnurnar hvørki megnaðu at vinna á Sundalagsstevnu ei heldur á Jóansøku.

Við hesum var brádliga stórur munur í FM-kappingini hjá dreingjunum, har Havfrúgvin nú var væl framman fyri Sílið, meðan kappingin hjá 5-mannaførum við kvinnum tóktist púra opin. Sílið var enn á odda undan fjórða róðrinum, men bæði Ørnin, Frúgvin og Fípan Fagra vóru beint í hølunum á teimum.


Vend kom í á Varmakeldu

Fjórða róðurin á árinum, sum var á Varmakeldu í Fuglafirði, kom tó vend í hjá kvinnunum. Nú bragdaði aftur hjá Sílinum, og tær lótu ongan iva vera um, hvør var sterkasti báturin henda dagin. Tær endaðu meir enn eina bátslongd framman fyri Ørnina, meðan Fípan Fagra og Frúgvin endaðu á næstu plássunum.

Hjá dreingjunum gekst tó enn niður á bakka. Eftir sigurin á Norðoyastevnu vóru teir blivnir nummar tvey bæði á Sundalagsstevnu og á Jóansøku aftanfyri Havfrúnna, men á Varmekelda megnaði Junkarin eisini at fara fram við Sílinum, so hesa ferð máttu teir taka til takkar við bronsu heiðursmerkjunum.

Um tað er sigurin hjá kvinnunum, sum eisini hevði fingið gongd á dreingirnar til komandi stevnuna, sum var Fjarðastevnan á Strondum farna leygardag, skal vera ósagt. Tað er tó ein sannroynd, at úrslitini hjá Sílinum gjørdust enn betri á Fjarðastevnuni. Her løgdu dreingirnar lunnar undir ein fantastiskan dag, tá teir vunnu allar fyrsta róðurin heilar tvær bátslongdir framman fyri Havfrúnna.

Løtu seinni fylgdu kvinnurnar í teirra fótafetum við enn einum tryggum sigri framman fyri Fípuna Føgru, og sostatt var leygardagurin hjá Sílinum at kalla fullkomin inni á Strondum. Tveir sigrar í tveimum róðrum.


Gera eina roynd at vinna FM

Bátsformaðurin hjá dreingjunum umborð á Sílinum, Róar Dalsgaard, gleddist sum vera man um sigurin á Fjarðastevnu.

- Hetta følist rættiliga gott. Tað er deiligt at vinna aftur. Vit taka tó einki fyri givið komandi róðrarnar, tí vit hava respekt fyri Havfrúnni til næstu stevnu. Teir hava eina góða manning og hava fingið góð úrslit, men vit fara at gera alt fyri eisini at vinna komandi leygardag, sigur Róar.

Hann dylur heldur ikki fyri, hvat málið hjá dreingjunum umborð á Sílinum er.

- Málið hjá okkum er at vinna FM. Tað hevur tað alla tíðina verið. Hetta verður tó ringt, tí vit eru fýra stig aftan fyri Havfrúnna í FM-stríðnum, og teir hava eina góða manning. Vit mugu tó vinna síðstu tveir róðrarnar. Gera vit hetta, so vinna vit eisini meistaraheitið, sigur ungi bátsformaðurin á Sílinum.


Luktar av gulli

Aftan á tveir heldur keðiligar róðrar, har tað ikki gekk heilt eftir vild hjá kvinnunum umborð á Sílinum, hevur tó gingið nógv betur síðstu tveir róðrarnar. Bátsformaðurin hjá teimum, Anna Høgnesen, heldur tó ikki, at tær hava broytt nakað serligt.

- Vit hava ikki endiliga broytt nakað eftir róðrarnar á Sundalagsstevnu og Jóansøku, og vit hava heldur ikki gjørt nakað øðrvísi. Tað hevur gingið væl hjá okkum í venjing, og vit hava vant hart alt árið, og hetta haldi eg hevur givið úrslit, sigur Anna.

Gongdin hjá Sílinum hevur eisini gjørt tað, at tær nú liggja sera væl fyri í FM-stríðnum, og Anna dylur ikki fyri, at tær ætla at avgera meistaraheitið á Vestanstevnu.

- Tað byrjar heilt víst at lukta av gulli. Tað er ikki komið í hús enn, men vit ætla at avgera meistaraheitið á Vestanstevnu, sigur bátsformaðurin á Sílinum.

Møguleikin hjá kvinnunum umborð á Sílinum at tryggja sær meistaraheitið á Vestanstevnu er eisini rættiliga góður. Eitt annað pláss ger, at eingin annars bátur kann fanga tær aftur.

Vit spurdu eisini Annu, hvønn týdning ólavsøkan hevur í einum kappróðrarári.

- Nú hyggja vit fyrst og fremst fram ímóti Vestanstevnuni, har meistaraheitið skal avgerast. Tað er tó heilt víst, at vit gleða okkum til ólavsøkuna. Hon skal sjálvandi eisini vinnast, tí at vinna á ólavsøku er sum at vinna meistaraheitið, sigur Anna at enda.