Góður bramafiskur

Bramafiskur hevur góðan prís á evropeiska marknaðinum

Randi Jacobsen

randi@sosialurin.fo




Í greinini í gjár um á okkara leiðum skrivaðu vit lítið kenda bramafiskin, sum ikki hevur verið veiddur her í Føroyum, tí so lítið hevur verið til av honum.

Men harfyri er skeivt at siga, at tað ikki loysir seg at fiska bramafisk.

- So er ikki, tvørturímóti, tí fiskurin smakkar væl og hevur prís á marknaðunum í Europa.

So, um ein fiskimaður undir Føroyum skuldi troffið við nakrar bramafiskar, so er at ísa teir og fáa teir á fiskamarknaðin, sigur Rógvi Mouritsen á Havstovuni.



Evt. mynd av Mortan Johannesen, í blaðnum i gjár