Vaskikunning
Jón Miðberg sigur, at tað, sum Kemilux vil við vaskikunningini, er at upplýsa um sápu, amboð og umhvørvi, tá ið vaskað verður.
- Vit kunna vanlig vaskifólk viðskiftafólk og onnur, sum hava áhuga fyri skeiðunum um ymisku sløgini av sápu, sum Kemilux framleiðir, og hvussu tey skulu brúka sápuna alt eftir, hvørjar vaskiuppgávurnar eru.
Hann sigur, at tað eru laborantarnir hjá Kemilux, sum kunna um sjálva sápuna um talan er um sonevndar nátúrligar sápur ella syntetiskar sápur, soleiðis at hesar ikki bara verða brúktar, sum best ber til.
Vanlig reingerð
- Eg havi sjálvur verið á skeiðum, ið snúgva seg um reingerð av eitt nú matvøruvirkjum og sóttreinsan, men í slíkum føri er talan um heilt aðra reingerð enn hana, vit tosa við vaskifólk um. Innan matvøruframleiðslu tosa vit um bakteriur og mikroorganismur av ymiskum slagi, og tá er neyðugt við heilt aðrari frálæru á einum heilt øðrum støði.
Jón Miðberg sigur, at tey, sum hava luttikið á skeiðunum hjá Kemilux, siga, at tey eru farin avstað aftur við eini størri og breiðari vitan um sápu og reingerð.
- Jú, fólk eru ógvuliga glað fyri vaskikunningina, bæði tey, sum hava havt vaskiarbeiði leingi og tey, sum eru nýggj í "fakinum".
Hann vísir á, at eitt fólk, sum fyrstu ferð hevur fingið vaskiarbeiði, veit av sær sjálvum ikki ítøkiliga, hvussu best er at bera seg at fyri at náa besta úrslitinum, bæði við reingerðini og likamliga partinum.
- Tey kunnu soleiðis bara hyggja at, hvussu hini loysa uppgávuna og síðan royna sum best. Nú kunnu tey luttaka á okkara skeiðum og fáa hesa upplæring, og tað kann vera ein stórur fyrimunur í arbeiðnum.
- Vit læra tey at lesa etikettina, soleiðis at sápan verður rætt blandað, vit læra tey um ph-virði, og vit læra tey at brúka røttu sápuna til rætta endamálið fyri at náa besta úrslitinum, sigur hann.
Likamligi parturin
Jón sigur, at ein partur av frálæruni er eisini tey amboð, sum tøk eru á marknaðinum til vasking og reingerð.
- Hetta er tann ergonomiski parturin av kunningini, har dentur verður lagdur á, at fólk ikki fáa likamlig mein av arbeiðnum, sum kann vera tungt og strævið. Tí eru amboðini eisini ein náttúrligur partur í frálæruni.
Hann vísir á, at nógv vaskifólk gjøgnum tíðirnar hava fingið likamligar skaðar av vaskiarbeiði.
- Í "gomlum" døgum høvdu tey bara eina skrubbu og eina tvøðu, men nú eru umstøðurnar eisini í so máta nógv betur, tí amboðini eru fleiri og betri.
Jón sigur, at tá ið eitt gólv ella ein trappa er nývaskað, er eisini skilagott at lata fólk fáa hetta at vita, soleiðis at tey ikki glíða og sláa seg í.
- Hetta kann gerast við einum skelti sum sigur, at gólvið ella trappan eru nývaskað. Hetta er ein partur av vegleiðingini um trygdina, sigur hann.
Umhvørvið
Ein annar partur er umhvørvi, og her leggur Kemilux dent á, at gingið verður væl um.
- Umhvørvið er bæði tað, sum er úti uttan um okkum, men eisini tað, sum er inni, har vaskað verður.
Jón vísir á, at umhvørvið viðkemur okkum øllum, bæði framleiðarum og brúkarum, og tí ynskir Kemilux eisini, at umhvørvisligi parturin er við í vaskikunningini.
- Eitt er, at tað er reint og nossligt, har vaskað er. Annað er, at tú ikki dálkar umhvørvið meira enn neyðugt. Í triðja lagi men ikki minst snýr tað seg eisini um trygdina hjá vaskifólkinum sjálvum; at ansa eftir eygum, hondum og tí, sum kann koma at sápuni.
Hann sigur, at tað er ógvuliga týdningarmikið at kenna etikettina og sápuna og hendir tað ringasta, at fólk fáa sápu í eyguni, kann tað vera ein stórur fyrimunur, at læknin kann ringja til framleiðaran og spyrja, hvørji evnini í sápuni eru.Hann sigur, at tað altíð er umráðandi at fylgja vegleiðingini á etikettini.
Besta úrslitið
- Ov nógv sápa gevur verri úrslit, fer verri við yvirflatuni, og kann verða til bága fyri fólk og umhvørvi.
Hinvegin, sigur Jón, at røtt "dosering" gevur besta úrslitið, eins og vaskingin verður bíligari, tí minni sápa gongur.
- Fólk, sum vaska við sápu, eiga altíð at vera í handskum, leggur hann aftrat.
Jón Miðberg sigur, at eitt gott hugskot, tá ið vaskað verður í køki, har matur verður tilgjørdur, er at skifta sápu av og á, eitt nú frá basiskari sápu til súrsápu. Somuleiðis er skilagott at sóttreinsa viðhvørt.
- Hetta kann verða við til at gera, at bakteriurnar ikki gerast resistentar ella mótstøðuførar, sigur hann at enda.