Á fundinum er ætlanin at tosa nærri um, hvat gerast kann fyri at bøta um tann stóra tørvin á urguleikarum í kirkjunum kring landið.
Líkt er til, at hetta evnið hevur stóran áhuga manna millum. Seinnapartin hósdagin vóru omanfyri 50 fólk meldaði til henda fundin.
Onnur evni verða eisini tikin fram, m.a. hvussu ein gevur víðari tann føroyska sálmaskattin í eini tíð, har tað vindur meiri og meiri uppá seg at syngja á enskum máli.
Tað er Urguleikarafelagið sum skipar fyri fundinum, sum byrjar í dag kl. 13 við einum døgverðabita. Við hesum verður vónað, at prátið millum luttakararnar kann byrja beinanvegin, so at sum mest fæst burtur úr hesum seinnapartinum.