Góð undirtøka hjá fiskimonnum uttanlands

- Menn eru samdir um, at FFU avgjørt eigur at halda fram at verja áhugamál hjá føroyskum fiskimonnum uttanlands, sigur Høgni W. Høgnesen. Týsdagin høvdu trý feløg, sum umboða fiskimenn, landsfund og aðalfund í Havn.

Portalurin hevur sagt nakað um fundirnar hjá Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

Men eitt annað felag, sum eisini helt sín aðalfund hendan dagin, var FFU, Føroyskir Fiskimenn Uttanlands.

Høgni W. Høgnesen, sum er í nevnd felagsins, sigur, at nógvir limir vóru á fundinum, og felagið fekk eisini fleiri nýggjar limir.

- Menn eru samdir um, at felagið avgjørt eigur at halda fram at verja áhugamál hjá føroyskum fiskimonnum uttanlands, sigur hann.

Á aðalfundinum var eisini nevndarval, og her komu Jens Andru Zachariassen við varamanninum, Williami Hansen (umboðandi Kanada), Jákup Suni Jacobsen við varamanninum, Benni Højgaard (umboðandi Danmark) og Høgni W. Høgnesen við varamanninum, Absalon E. Hansen (umboðandi Noreg).

Portalurin fer seinni í dag at venda aftur til aðalfundin hjá Føroyskum Fiskimonnum Uttanlands.