Í síðstu viku umrøddu vit her í blaðnum eitt uppskot, sum B68 hevur lagt fyri aðalfundin hjá FSF, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 30. januar.
Í stuttum snýr uppskotið seg um at hækka mest loyvda talið av útlendskum spælarum á liðunum í føroysku vaksnamannadeildini. Í løtuni er ikki loyvt at nýta fleiri enn tveir útlendskar spælarar í einum dysti, men B68 skjýtir upp at tvífalda hetta talið upp til fýra.
Vit hava fyrr tosað við formennirnar í ávikavist VB og HB og spurt teir, hvat teir halda um uppskotið, og meðan Petur Ludvig úr VB segði, at Vágs Bóltfelag fer at taka undir við tí, helt HB-formaðurin Gunnar Mohr, at tað kanska hevði verið frægari at hækka upp í tríggjar í staðin fyri fýra, men segði annars, at nevndin í HB ikki hevði tosað um hetta, og at hann tí bert kundi tosa fyri seg sjálvan.
Sosialurin hevur nú ringt runt til nakrar formenn afturat og spurt, hvat teir og teirra feløg halda um uppskotið.
Og undirtøkan tykist vera góð. Gjøgnumgangandi er, at tey smáu feløgini hava trupult við at klára seg uttan styrk úr útlondunum, ikki minst tí teir bestu spælararnir uttan fyri Havnina enda í høvuðsstaðnum.
Lið sum B71 og Sumba hava smalan hóp, og har merkist tað skjótt, um onkrir spælarar fella frá orsakað av skaða ella leikbanni. Tí kunnu útlendingar styrkja munandi um liðið og hópin, eisini tí tað tykist vera torført at fáa spælarar at fara hinvegin ? t.e. úr Havnini og út á bygd.
Pengarnir spæla eisini ein leiklut, tá tað kemur til at fáa útlendingar á liðið. Og stemningurin tykist vera tann, at hóast reglan verður broytt, so fara liðini ikki alt fyri eitt at gera brúk av henni, tí at skula løna tveimum spælarum er tað mesta, fleiri av feløgunum megna at bera fíggjarliga.










