Góð undirtøka fyri B3-venjaraskeiðnum

26 luttakarar eru á skeiðnum, sum FSF skipar fyri

Undirtøkan fyri B3-venjaraskeiðnum, sum FSF skipar fyri í løtuni, er sera góð. 26 luttakarar eru meldaðir til, og tað er ógvuliga hugaligt, sigur undirvísararnir við FSF. 

 

- Tað er altíð hugaligt at skipa fyri venjaraskeiðum, serliga tá undirtøkan er góð. Og tað er einki at ivast í, at tey flestu av hesum hava eina yrkisleið sum venjari fyri framman, sigur Jógvan Martin Olsen, ið saman við Paula Poulsen og Hans Mourits Foldbo, er undirvísari á B3-skeiðnum.

 

Farna vikuskiftið var fyrri parturin av B3-venjaraskeiðnum hildin í FSF-húsinum í Havn, og komandi vikuskiftið er seinni parturin á skránni. Tá vera luttakararnir á Eiði.

 

B3-venjaraskeið gevur rætt til at fara undir B4, sum væntandi verður fyrst í næsta ár.