Tá íslendingurin Jens Guð var í Føroyum í fjør, so var tað fyri at læra føroyingar at skriva skreytskrift, Men hann arbeiddi eisini við einum hugskoti um at savna føroyskan, íslendskan, sámiskan og grønlendskan rocktónleik á eina fløgu. Hetta gjørdist veruleiki og fløgan Rock from the cold seas er nú seld í meira enn 700 eintøkum. Mest í Grønlamdi, síðani Íslandi og Føroyum og Sámalandi.
Á fløguni luttaka 4 føroyskir rockbólkar. Hatespeech, 200, Grønt, Fót, Slím og Diatribes.
Við á tónleikafestival
Eftir at hava verið við á fløguni, eru Hatespeech bodnir at vera við á Nord Pop í Íslandi í oktober. (Sí annars www.norden.is/cafenorden.html).
Grønt, Fót, Slím eru bodnir at vera við á Nipiaa rockfestivalinum í Grønlandi í august.
Góð ummæli
Íslendsk bløð hava gjørt heilt fitt burturúr at umtala og ummæla fløguna.
Bløðini rósa hesi norðurlendsku fløguætlan, sum í sær sjálvum er eitt dygdargott verk. Men eisini bólkarnir fáa sítt.
Um vit taka kut úr drúgvu umrøðunum í bløðunum, so skrivar Morgunblaðið um føroysku bólkarnar, at ein fellur ofta í ta grøvina, at ein samanber londini, men føroysku bólkarnir eru mest í eksperimenterandi tónleikinum. Bólkarnir eru ikki líka. Grønt, Fót, Slím syngur "Ketta" um eina yvirkoyrda kettu, og teir blanda mangar tónleikastílar saman. Hatespeech blandar heavy metal og funk og Diatribes blandar death metal og heavy metal. Blaðmaðurin nevnir, at hann hevur lisið sær til í fløguhúsanum, at talan er um skemtiligan sang, men hann skilir ikki eitt einasta orð av føroyskum, letur hann lesaran vita.
Um bólkin 200 sigur ummælarin, at teir leika eitt slag av Seattle-grunge. Sterka jazz-rock-fusion-grunge blanding, um nakað nevnist soleiðis.
Ummælarin sigur, at ein kann ikki meta alla tónleikamentanina útfrá 4 bólkum, men hesir 4 bólkarnir ganga ov høgt uppí tað tekniska, ístaðin fyri bara at njóta at leika tónleikin.
Fløgan fær í blaðnum 3 stjørnur av 5 møguligum og hetta merkir "gott". Sigast skal, at tað krevur nógv at koma yvir hetta mark og tað hendir sjáldan, at nakar yvir.
Eltir av hungrandi hvali
Í blaðnum Big News er eisini ummæli av fløguni Rock from the cold seas. Um teir 4 føroysku bólkarnar verður sagt, at Jens Guð hevur framt eitt undur, tí hann hevur funnið nakrar framúr góðar føroyskar bólkar.
Komið verður tó skjótt niður á jørðina aftur. Ummælarin heldur ikki Grønt, Fót, Slím vera "cool", tá teir fremja sín "funky ringdance". Men Hatespeech, sum ummælarin sigur vera kendar víða um, teir blanda saman fleiri stílar og eru meira framkomnir (advanced), enn aðrir føroyskir bólkar.
Diatribes leika rock, sum vóru teir eltir av hungrandi hvali, skrivar blaðið. Og 200 leikar grunge rock ájavnt Soundgarden - góður sangur, hóast riffið frá "Jungle Boogie" kemur óvart á ummælaran.
Eisini onnur bløð hava nevnt fløguna og sum heild fær hon góð viðmæli Eisini eru myndir av nøkrum av føroysku bólkunum. Rock from the cold seas má sigast at vera dygdargóður boðberi hjá rocktónleikinum í norðurlendska økinum, ið fløgan umboðar. Og kanska er onkur av umboðaðu bólkunum ein neisti, ið kann gerast til stóran eld.