Góðu vágbingar

Vit býráðslimir saman við borgarum í Tórshavnar kommunu ynskja tykkum vælkomin til Havnar, Hans í Líðini og allir grinda-, róðra- og bátsmenn undir tínum ræði, sunnanífrá!

Tað er einki minni enn eitt bragd, tit hava gjørt at rógva norður um fjørð at heilsa okkum í høvuðsstaðarkommununi, nú vit hava lagt hina fyrstu fólkaræðisligu øldina aftur um bak.

 

Tað var ein vøkur sjón at síggja bátarnar koma rógvandi inn á Havnarvág.

 

Havið fyllir nógv í okkara dagliga degi, antin vit sita við skriviborð ella stýra skipi. Havið sæst alla staðni aftur. Privat í familjum, professionelt á arbeiðsplássum og listarliga í listaskálum. Alla staðni setir havið síni spor til gerandis og heilagt, í gaman sum í álvara.

 

Hóast vit hava slept orðum sum lippukassa og vaðbeini, so koma alla tíðina nýggj orð, sum á ein nýggjan hátt vitna um okkara knýti at havinum. Í hesum Schengen-tíðum hava vit fingið nýggja orðið kajkantur. Og harav kravið um, at alt skal fara um føroyskan keikant.

 

Á hesum staði, av Skinnaraskeri og inn higar vit standa, ytst úti undir Bakka, er Føroya fyrsti keikantur - Rasmussarkantur. Tað var hin framskygni R.C.Effersøe, føddur í Trongisvági, men sum vit kenna av Tinghúsvøllinum í Havn, sum úr egnum lumma gjørdi fyrsta kajkantin. Hann var her.

 

Her úti var kongaligur einahandil, og tá hann helt uppat í 1856, keypti Schibsted seg inn higar í Schibsteds Pakhus og elstu hús í Havn – Munkastovuna, sum er um hornið.

 

Í dag kunnu vit ganga turrskødd fram við øllum hesum bygningum, sum eins og túnini, eru varðveittir í uppruna standi og mest sum óskalaðir av eldibrandum, ið ofta hava oytt teir elstu partarnar av stórbýum í okkara grannalondum.

 

Góðu vágbingar!

 

Nú tit eru komnir norður higar at heiðra okkum í sambandi við 100 ára haldið, stendur týdningurin av at varðveita lutir, søgu og siðir, sum eru knýttir at havinum, greiðari enn nakrantíð.

 

Navnið Nólsoyar Páll bera tit eisini við tykkum norður um fjørð í dag. Tá vit seinni koma innar í Vágsbotn, fær júst hetta søguliga navn ein listarligan klang við standmyndina, sum har er reist. Klangurin byrjar jú har suðuri hjá tykkum á Fløtuni Fríðu, har landshetja okkara Nólsoyar Páll legði lunnar undir nútíðar føroyska sigling.

 

Suðri í Vági hava tit megnað at varðveitt tykkara ríka sið kring grindadráp. Eitt er at reka og halda til. Men annað eru amboðini og flutningstólini. Og her er hitt fremsta av øllum – báturin.

 

Hin føroyski báturin, sum er okkara fremsta eyðkenni. Ikki bara á stevnum, tá róð verður um kapp, men eisini tá vit hyggja at handverksliga partinum av føroysku listini. Her er báturin okkara allra fremsta listarliga eyðkenni, og samstundis eitt brúksamboð.

 

Suðri í Vági hava tit varðveitt ikki bara ein, men eitt tíggjutal av aldargomlu grindabátunum. Annað er so tann hevd, sum altíð hevur verið í Vági kring skipan av grindadrápi.

 

Hyggja vit í 100 ára filmin, sum hvørt húskið í Tórshavnar kommunu hevur fingið í summar, so síggja vit eitt grindadráp við Kongabrúnna í 1946. Í litum. Og teir eru ikki tespiligir – litirnir í grindadrápi í gomlu Havnini.

 

Men eingin rennir undan søguni. Og tað slettis ikki eins egnari søgu. Í umrødda filmi sæst skilliga, hvussu havnarfólk fóru um grind og tvøst fyri hálvari øld síðani.

 

Við dagsins fjarstøðu kunnu vit siga, at fólk í Havn vóru ikki eins tætt knýtt at havinum og tí, sum havið gav, sum tit suðuri í Vági.

 

Meðan vit høvdu skrivstovurnar høvdu tit teir stóru fiskaútflytararnar, sum høvdu sambond við katólsk lond úr Biskayabuktini og Spania til Miðjarðarhavið og Grikkaland. Í Havn høvdu vit ikki hesar víðu og ríku havsbrýr og marknaðir.

 

Meðan tað var sjálvsagt at kalla eini hús við vágna í Vági fyri Valensia, so skilti havnarólk ikki petti av hesari lívligu suðrisku mentan, ið samantvinnaði fiskaarbeiði, fiskaútflutning og lívligt undirhald við dansi – ja, sum var tað í spanska Valensia.

 

Men gamaní, norðanfjørðs hava vit eisini lært nógv um grind og grindadráp hesi seinast áratíggju.

 

Ikki bara skipanin og reiðskapurin er vorðin betri og effektivari, men eisini hava vit varnast tað heilsufrøðiliga kring sjálvt drápið. Tí bar ikki til at halda fram við hesum á Eystaruvág og út frá Kongabrúnni.

 

Seinni kom so ídnaðarliga dálkingin, sum heimshøvini bera, inn í myndina, og landslæknin ræður nú frá, at vit yvirhøvur taka hesa Guðs gávu í munnin, tíansheldur seta hana á borðið. Livst, so spyrst, hvussu tað fer at ganga. Kenni eg ólavsøkuvertir rætt, so fara tit ikki útaftur uttan ein turran grindabita og spikbita.

 

Men nú tit hava tikið land við Skinnarasker her norðuri, vilja vit í býráðnum geva tykkum eina minnisgávu. Gávan vísir á hetta, sum tit í Vági hava átt og dugað at umsitið so væl og vísiliga. ?

Fyri hálvari øld síðani hava vit ikki havt karmar til at umsita hesa gávu í Havnini. Og tað er áðurnevnda grindadrápið.

 

Í hesum 100 ára minnisfilmi um lívið í Havn í hundrað ár sæst, hvussu handalagið varð, tá grind varð hildin til her í býnum. Hevði Miðlaráðið og Filmseftirlitið havt makt, sum tað hevur akt, so hevði hesin filmur helst verið bannaður at víst.

 

Men sum nevnt, eingin rennir undan søguni. Og myndir, tær siga meiri enn túsund orð, serliga tá tær verða livandi og í litum.

 

Sum ein ímynd av, hvat tit í Vági eiga og hava varðveitt, vil eg – við skálkinum aftanfyri oyra eitt leygarkvøld í Havn upp undir ólavsøku – handa tykkum hvør sín film um lívið í Havn, soleiðis sum borgarin hevur sæð tað í 100 ár.

 

Umframt filmin fara vit eisini at handa tykkum 100 ára búmerkið at seta í bringuna.

 

Vælkomnir til Havnar og alt tað, sum Havnin hevur at bjóða við henda fyrsta føroyska keikantin – og longur inneftir, har Bátafelagið fer at skipa fyri bryggjudansi í kvøld.

 

Takk fyri henda søguliga heiður at hitta tykkum her í dag og fyri tykkara megnar avrik at rógva norður um fjørð.

 

Vælkomnir til Havnar !

 

 

Heðin Mortensen

Borgarstjóri