Góðu Tjóðveldiskvinnur - haldið á!

Eg eri ikki sørt skelkað av úttalilsum hjá Bill Justinussen og Jenis av Rana í løgtinginum í dag

Hóast eg ikki havi havt stórar vónir um, at vit skuldu verið serliga samd í ávísum málum, so havi eg ongantíð hoyrt so grov, spillandi og beinleiðis diskriminerandi úttalilsi frá tingfólki.

Eg havi fyrr tosað ímóti Jenisi, tá hann langaði út eftir donskum fjølmiðlafólki. Grein 266b.

Eg havi eisini tosað ímóti miðflokkapolitikki, tá hann vil kúga frælsi hjá einstaka menniskjanum. Abortlóggáva.

Í dag vil eg harðliga tosa í móti úttalilsum um, at kvinnur eru skaðiligar fyri føroyskan politikk, og at serliga tjóðveldiskvinnur eru skaðiligar fyri Føroyar.

 

Kristin trúgv snýr seg um tolsemi og næstakærleika.

Politikkur snýr seg um at skapa frælsar karmar fyri Føroya fólk.

Álit snýr seg um at loyva fólki at ráa yvir sær sjálvum, við virðing og umhugsni fyri sínum medmenniskjum.

 

At kvinnan í bíbliuni bert er ein fjøður í hatti hjá manninum,

At hon ikki skal taka orðið í forsamlingum,

At hon, um hon pyntar seg við smúkkum, er at meta sum skøkja,

- eru eftir mínari meining mannsjavinistiskar tulkingar frá eini tíð, sum vit á ongan hátt kunnu sambera okkum við.

 

Kvinnur í politikki eru eitt neyðugt og gott tilfeingi fyri Føroya land. Vit hava sæð, at kvinnur ikki ræðast at taka orðið í málum, sum alt ov leingi hava verið tagd burtur. Kvinnur tora at taka avgerð um onnur enn seg sjálvar.

Kvinnur eru við til at varpa ljós á samfelagsviðurskifti, sum leingi hava verið fjald í djúpum tunlum undir betongi og asfalti.

 

Eg vil heita á formanskapin í tinginum um at taka so grovar ákærur móti tingfólki í fullum álvara og lata tær fáa avleiðingar fyri teir, sum føra tær fram, og at verja tær, sum hetta er vent ímóti.