Góðu tit øll

Politikkarar, prestar og føroyingar allir úr Hvannasundi til Fámjins, kring oyggjarnar allar.

Mær er sagt, at stórt tal av føroyingum halda lítið um gjeikarar. Men sigi mær, hvat kann tað saka tykkum, at tveir menn eru trúgvir sínum innastu kenslum og siga sum Dávid kongur, sum tað stendur í Sámuelsbókunum, tá hann kvað um sín elskaða Jónatan: ?Sáran eg syrgi teg, Jónatan bróðir! Kærur vart tú mær; undursom var mær ást tín, sælari enn kvinnutokki.?
Latið menn leggja ást við menn í frið og náðum.
Og til tykkum komandi løgtingslimir: Gott í tykkum, fáið nú gjørt tær neyðugu lógirnar sum geva gjeikarum/samkyndum somu kor í Føroyum sum í hinum Norðurlondum.
Við blíðastu heilsum og Guds vælsignilsi