Góðu tilboðini halda áfram

Hjá VR Bilum verða væl útgjørdir Volvo bilar seldir, undir serliga Volvo søluátakinum »Volvo for life«, við munandi avsláttri. Talan er um alla persónbilarøðina hjá Volvo

Alt hetta árið hava VR Bilar havt eitt serligt Volvo søluátak, ið nevnist »Volvo for life«, har sera væl útgjørdir bilar verða seldir við munandi avsláttri, um eingin bilur er í býti. Talan er um alla persónbilarøðina hjá Volvo, undantikið XC-røðina.
Til dømis kostar ein Volvo S40 við heilautomatiskum klimaanleggi og Dala- ella
T-Tech-setrum í kabinuni og alu-panelum kr. 280.000 uttan bil í býti. Motorstøddin eru tá: 1,8 litur 4 syl. bensin við 120 hk. Tilsvarandi kostar ein Volvo V50 kr. 299.000 við somu útgerð. Talan er um eina sparing upp á tilsamans kr. 35.000.
Sama tilboð er eisini galdandi fyri ein 2,4 litur 5 syl. bensin við 170 hk við somu útgerð, og kostar hann tá 309.000.
Ein Volvo S60 við t. d. heilautomatiskum klimaanleggi og Select leðurkabinu kostar kr. 343.000 uttan bil í býti. Motorurin er ein 2,4 litur 5 syl. bensin við 170 hk, og bilurin verður leveraður við 16 orginalum alu-felgum sum standard. Tilsvarandi kostar V70 kr 380.000 við somu útgerð. Talan er um eina sparing upp á tilsamans kr. 45.300.
Stóri luksusbilurin Volvo S80 fæst eisini við líknandi avsláttri, og hevur hesin somu eykaútgerð eins og S60 og V70.
Marni Olsen, stjóri hjá VR Bilum, sigur, at talan er um sera góð tilboð, og at hetta søluátakið Volvo for life koyrir í øllum norðurlondum í løtuni.
Filosofiin hjá Volvo er, at allir teirra bilar skulu vera eins kompaktir, tryggir og vælkoyrandi. Eisini skulu teir altíð verða teir tryggastu í sínum klassa.