Fiskivinna
Í formansfrágreiðing síni til aðalfundin hjá Føroya Reiðarafelag, nam Jákup Sólstein eisini við framtíðarvánirnar.
- Vit hava nú í fleiri ár upplivað so góðar tíðir, sum ongantíð áður. Tað er ikki
sannlíkt at halda, at hetta altíð verður so.
Jákup vísti á, at ein munandi lækking hevur verið í feskfiskaprísunum seinasta hálva árið, og at henda lækking serliga hevur rakt prísin á toski.
Hann helt tað ikki vera sannlíkt, at henda lækking kann uppvigast við størri nøgdum av toski.
- Tí eigur dentur at verða lagdur á, at veiðiliðið fær fríar ræsur at selja sín fong, har besti prísurin fæst, segði Jákup Sólstein.
Sáttmálin við FF
Formaðurin í reiðarafelagnum nam eisini við sáttmálan, sum felagið hevur gjørt við fiskimannafelagið.
- Tað nýggja í hesum sáttmála er, at vit eru gingnir við til eina eftirlønarskipan fyri
fiskimenn.
Jákup segði, at reiðarafelagið undan avgerðini um eftirlønarskipanina hevði
innanhýsisfundir við formenninar fyri allar veiðibólkar fyri at vita, hvat teir hildu um hetta.
- Her fingu vit heimild at fara undir hesa skipan, segði hann.
Jákup Sólstein segði, at í nýggja sáttmálanum millum feløgini eru annars bert smávegis reguleringar, sum ikki koma at kosta tað stóra.










