Jenis av Rana
Fyri fáum vikum síðani fingu konan og eg innbjóðing úr Korea, stór samkoma har, 96.000 limir, bjóðaði okkum við til 24 ára hátíðarhald. Eg kom at kenna nøkur úr hesari samkomu í sambandi við arbeiði mítt í alheimsfelagsskapi fyri trúgvandi læknar. Vit ivaðust leingi, eitt fjarskotið og øðrvísi land, so fremmant, men endin gjørdist, at vit fóru.
Har í Korea fingu vit eina kærleiksmóttøku og viðferð, sum vit ikki droymdu um var møgulig. Vórðu borin á hondum og nutu andaligt samfelag við kær trúgvandi úr mongum, mongum londum.
Ófrættatíðindi úr SVF
Meðan vit flugu yvir Sibiria móti Korea boðaði sjónvarpið ófrættatíðindi um læknaliga virksemi mítt, tíðindi, sum teir bóru mær gjøgnum telefonina tveir dagar áðrenn, og sum eg avsannaði.
Sum flestu vita, tók Dimmalætting tráðin uppaftur í seinastu viku, og tykist hava átikið sær leiklutin, ikki bert sum tíðindaberi, men eisini sum dømandi myndugleiki. Tað verði so teirra søk, men kenni eg tað verða rætt av mær at staðfesta, at:
... frágreiðing blaðsins um viðtalu í viðtaluhølum mínum er íspunnin.
... tagnarskyldan er ikki brotin av mær.
... fráboðanarskyldan er ikki brotin av mær.
... onnur atlit og áhugamál eru ikki tikin fram um atlitini til sjúklingar í viðtalu mínari.
... eg havi onga fráboðan fingið frá teim myndugleikum - løgreglu,
heilsustýri ella landslækna - sum eg eri undirlagdur í dagliga virkisemi mínum.
Óivað er orsøkin til alt hetta ein heilt onnur- og endamálið somuleiðis.
Men eftir hetta skilja vit betur, hví Harrin unti okkum daganar í Korea.
p.s. tøkk fyri heilsanir og forbønir.