Góðu úrslitini kostaðu

Felagið væntar, at í 2003 verður væl betri fíggjarliga

Mikukvøldið hevði NSÍ sín árliga aðalfund. Ítróttarliga var 2002 besta árið hjá NSÌ nakrantíð. Felagið gjørdist steypavinnari, og í 1.deild endaði NSÍ á øðrum plássi. Við teimum yngri deildinum vann felagið 10 heiðursmerki.

Á figgjarliga økinum vóru úrslitini kortini heldur lakari. NSÍ hevði eitt hall á 257.000 krónur. Á útreiðslusíðuni var tað serliga virksemið hjá leiðslubólkinum, sum kostaði.

Leiðslubólkurin er bólkurin, ið tekur sær av 1.liði felagsins. NSÍ setti øll segl til í fjør, har fleiri nýggir leikarar komu til felagið. Lønirnar hjá fleiri av leikarunum hava ivaleyst eisini virka til stóra hallið.

Formansfrágreiðingin sigur eisini, at aðrar orsøkir til stóra hallið er minkandi inntøkur av ymiskum aktivitetum, umframt ætlanir, ið ongantíð komu í gongd.

Niðurstøðan á áðalfundinum var stutt og greitt, at fíggjarliga royndist árið illa, meðan ítróttarliga var tað besta árið nakrantíð. Á fíggjarætlanin fyri 2003 verður mett, at felagið fer at hava eitt yvirskot á 200.000 krónur

Nevndarval
Sum vanligt varð eisini nevndarval á skránni mikukvøldið. Bæði Jákup Mortensen og Dánjal Jákup Højgaard, sum stóðu fyri vali til starvsnevndina, vórðu afturvaldir. Sum tiltakslimir vórðu vald Bjarni Kjeld og Rósing Johannesen.

Enn hevur starvsnevndin ikki skipað seg, men væntandi heldur hon fram sum undan aðalfundinum. Hinir nevndarlimirnir eru Hans Petersen og Atli Olsen, umframt eitt umboð fyri fótbóltsnevndina.

Í fótbóltsnevndina varð Kári Finnsson afturvaldur og nývald vórðu Mildrið Hentze og Oddfinn Olsen. Tiltakslimir í fótbóltsnevndini vórðu Ruth Davidsen og Sverri Justinussen, og har sita frammanundan Jonhard Hansen og Súnfríð Nielsen.