Spurningurin, um tey samkyndu skulu verða vard av revsilógini er enn einaferð komin inn um tinggáttina, og málið hevur vakt stóran ans í donsku fjølmiðlunum. Tað er heilt greitt, at Føroyar verða skírdar sum eitt trongdskygt samfelag, ið ikki vil kennast við samkynd. Tað kann tykjast ørkymlandi, at tá ið danskir fjølmiðlar endiliga vísa Føroyum ans, snýr tað seg oftast um viðurskifti, sum á ein ella annan hátt seta okkum í eitt minni dámligt ljós. Hesuferð kunnu vit føroyingar í Danmørk tíverri ikki annað enn taka undir við fjølmiðlunum og við ringum tannabiti. Føroyingar fara illa við sínum egnu samkyndu, og tað kunnu vit í MFS-ráðnum (Meginfelag Føroyskra Studenta) ikki longur góðtaka. Føroyska samfelagið má tryggja teimum samkyndu betri umstøður í Føroyum, soleiðis at tey, ið lesa í Føroyum, kunnu verjast av lógini og ikki kenna seg trýstan av landinum. Samstundis skulu samkynd uttanlands kenna seg vælheimafturkomnan eftir loknan lestur.
Tað hevur alstóran skund, at løgtingsfólk taka støðu til at verja allar føroyingar, sum búgva í okkara landi. Vit kunnu ikki góðtaka, at limir okkara, fyrrverandi limir og møguliga komandi limir kunnu verða útsettir fyri tilvitaðum álopum, av tí at landsins myndugleikar ikki meta tað vera neyðugt at verja hendan bólk við lóg. Hendan próvførslan er ikki longur haldgóð. Tað er alneyðugt at verja hendan bólk líka so nógv, sum tað hevur víst seg at vera neyðugt at verja fólksins trúðarlív og húðarlit. Tað er syrgiligt at viðganga; men vit føroyingar hava ikki megnað at latið hjørtu okkara rúmað ein frammanundan sárbæran og útsettan bólk í samfelag okkara.
Í Visjón 2015 verður komið inn á, hvussu vit skulu handfara alheimsgerðina. Vit halda ikki, at politikarar kunnu tosa um at fylgja við og byrgja seg til alheimsgerðina, um teir ikki samstundis eisini vilja tryggja, at eitt modernað demokratiskt samfelag verjir borgaran við lóg. Harumframt stendur skrivað í Viskjón 2015 at: “fólkið skal trívast, mennast og fjølgast í okkara landi. Hetta skal gerast við at tryggja øllum borgarum neyðugur umstøðar fyri góðum lívskorum í einum vælskipaðum vælferðarsamfelag, har sínámillum ábyrgdin millum borgaran og myndugleikan, eins væl og samhaldsfestið millum øll, verður sett í hásæti.” Vit hava ilt við at skilja, hvussu ein so samhaldsfastur og menniskaligur arbeiðssetningur kann samsvara við rættarstøðuna hjá teimum samkyndu í Føroyum. Føroyar skulu vera heimsins besta samfelag fyri allar føroyingar og ikki bert teir føroyingar, sum longu hava tað gott í landinum. Tí skulu tey sjálvsagdu grundleggjandi rættindini hjá minnilutum í samfelagnum eisini tryggjast. Tað er syrgiligt at viðganga, at ein av orsøkunum til at føroysk lesandi kunnu ivast í at koma heim aftur til Føroyar møguliga er, at tey ikki meta seg hóska inn í tað føroyska samfelagið ella verða góðtiknan av øðrum føroyingunum. Tit tingfólk tosa um at útbúgva fólkið, senda tey um allan heim at nema sær útbúgving og gera tað lokkandi hjá teimum at koma heim aftur á klettarnar. Skal hetta eydnast, og er hetta av røttum visjónin hjá sitandi landsstýri, er tað ein treyt, at grundleggjandi rættartrygdin er í lagi. Allir føroyingar mugu hætta sær og føla tað lokkandi at koma aftur til oyggjarnar. Eisini tey, sum ikki hóska inn í tær “normalu og etisku” allýsingarnar av, hvat meirilutin í Føroyum metir vera ein “virðiligan” føroying.
Vit í MFS-ráðnum vita at hendan lóg er sera torfør hjá tykkum tingfólkum at taka støðu til. Vit vilja tó inniliga heita á tykkum um at gera tykkara til, at hon eisini kemur at fevna um kynsliga orientering. Hetta er ein stór avgerð at taka; men hon er virðilig og menniskjalig. Tit verða ikki biðin um, at játta skrásett parlag ella at noyða Fólkakirkjuna at gifta samkynd. Avleiðingarnar av hesari avgerð verða, at ein føroyskur minniluti, sum hevur tað svárt í samfelag okkara, fær rættin til eisini at verða vardur av lógini. Vit skylda at geva teimum samkyndu sama møguleika, sum vit geva øllum øðrum føroyingum, til at fáa eitt gott og virðiligt lív. Vit skylda øllum føroyingum, sum skulu bera landið víðari, at geva teimum góð kor. Vit skylda føroysku tjóðini, at standa saman sum eitt fólk, samstundis sum vit geva rásarúm fyri hvørjum øðrum. Vit heita tí eisini á alt Føroya fólk um at stuðla tingfólkinum í at taka hesa avgerð, sjálvt um tit ikki eru samd í teirri leið, sum samkynd hava valt at ganga.
????????????????
Keypmannahavn tann 27. oktober 2006.
Vinarliga vegna MFS-ráðið:
Doris Bjarkhamar
Jóhan Pauli Helgason
Durita Jóansdóttir
Fía Lindenskov
Malan Ludvig
Jákup Emil Hansen
Súsanna Niclasen
Anna Rein