Góðu Kollfirðingar

Nú er bert eitt gott samdøgur eftir, so skal ikki meira útsetast. Avgerðin um okkara leiklut í komununi næstu 4 árini skal falla. Avgerðina eiga vit sjálvi. Júst hesin spurningurin um okkara útlit í framtíðini, sýnast summir veljarir at undrast eitt sindur yvir, nú val stundar til. Fortíðin vitnar um, at vit kollfirðingar ikki kunna vísa á, at bygdin er nógv væl samansjóðað. Mangan havi eg hoyrt kollfirðingar siga setningin; “vit kollfirðingar standa ikki saman, tá ið á stendur”. Hetta er ein sera óheppin støða at verða komin í.
Sambært valúrslitum hjá Kringvarpinum vóru tað 14.092 fólk, ið høvðu valrætt í Tórshavnar kommunu til býráðsvalið í 2008. Kollafjørður telir áleið 3,5% (ella góðar 500 atkvøður) av samlaðu valluttøkuni í allari komununi. Hesin veruleikin sigur okkum, at skal Kollafjørður hava umboðan í býráðnum, so muga vit standa saman.
Ongin ivi er um, at sitandi samgonga við Heðin Mortensen og Javnaðarflokkinum á odda, hevur fleiri góð úrslit at vísa á. Úrslitini tosa fyri seg, tá ið veljarakanningar vísa, at flokkurin stóð ikki bert sterkur seinasta val, men kann gerast enn sterkari hesaferð, við góðum møguleika fyri at fáa ein býráðslim afturat.
Niðanfyri sæst talva, ið vísir fordeilingina av atkvøðum frá seinasta vali. Vert er at leggja merki til, at “býráðsgáttin” hjá Javnaðarflokkkinum, tá var 65 atkvøður. Um støði verður tikið í Gallup kanningini, sum bleiv almennakunngjørd fyri fáum døgum síðan, so kann hugsast, at Javnaðarflokkurin økir sína umboðan við einum umboði, soleiðis at Javnaðarflokkurin fær 6 limir. Hetta kann viðføra, at “býráðsgáttin” gerst enn lægri hjá teimum, ið eru uppstillað hjá Javnaðarflokkinum. Hendan støðan er tankavekjandi, ikki minst fyri okkum kollfirðingar.
Sum valevni fyri Javnaðarflokkin, vil eg bjóða meg fram til býráðsvalið, og við serligum atliti til mínar bygdarfelagar í Kollafirði. Skulu vit mennast sum bygd, sum fólk, og sum partur av størstu kommununi í landinum, so hava vit brúk fyri eini rødd, ið kann vísa á, hvat vit hava brúk fyri. Einum staðbundnum boðbera, ið veit júst hvønn tørv okkara bygd hevur. Tað verið seg ábøtur, verkætlanir, nýbyggingar, tiltøk, trivnaður og tað at vera borgari í Kollafirði, á Signabø og Oyrareingjum.
Kollafjørður hevur TØRV Á, at vit tryggjað okkum tann eina býraðslimin. Tískil vil eg heita á allar kollfirðingar og borgarar í Tórshavnar Kommunu, um at fara á val týsdagin 13. novembur, og seta X við Bergur Robert Dam Jensen á lista C.
Lat okkum standa saman týsdagin, gott val.




Kommunuvalið 11. november 2008
Tórshavnar kommuna
11.11.2008

Listi Atkvøður % Vald
A 2257 22,0% 3
B 1150 11,2% 1
C 3289 32,1% 5
D 539 5,27% 0
E 2670 26,1% 4
G 76 0,74% 0
H 234 2,29% 0
Atkvøður 10215
Valrætt - Valluttøka 14092 72,4%

Nývalt bygdarráð
Nr. Listi Navn Atkv.
1 A Jan Christiansen 374
2 A Vagnur Johannesen 286
3 A Sjúrður Olsen 410
4 B Annfinn Brekkstein 262
5 C Maria Súsanna Hammer Olsen 65
6 C Levi Mørk 165
7 C Heðin Mortensen 2200
8 C Halla Samuelsen 250
9 C Elin Lindenskov 240
10 E Bogi Andreassen 489
11 E Jógvan Arge 337
12 E Marin Katrina Frýdal 339
13 E Jákup Símun Simosnen 238