Góðu gomlu Frændur

Frændurnir úr Klaksvík hava tað framvegis í sær. Teir duga at undirhalda og at fáa áhoyrararnar við sær á konsertum. Tað prógvaðu teir enn einaferð á Nýggjárskonsertini í fjør, sum var 29. desember

 

Frændur megnaðu veruliga at fáa gongd í áhoyrararnar á Nýggjárskonsertini fríggjakvøldið. Nógvir ungdómar høvdu leitað sær niðan í høllina á Hálsi at lýða á, og tey hugnaðu sær óført við tónleikinum frá Frændum, sum nú kann sigast at vera fólkaogn.

Hóast tað eru seytjan ár síðani, at Frændur fóru undir at spæla regluliga, so hava teir ikki mist tann eldhugan, sum hevur eyðkent teir, síðan teir byrjaðu í 1983. Teir tríggir Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen vóru enn einaferð á palli, og tað fekk hjartað at pumpa skjótari hjá fleiri, sum vóru til staðar.

Frændur er tann eldsti føroyski tónleikabólkurin, sum framvegis veruliga er virkin. Hann hevur nógv ár á baki, og er tann bólkurin, sum tey flestu vilja hoyra við eitt slíkt serstakt høvi sum á nýggjárinum.


Kendir sangir

Tað vóru ikki nógvir nýggir rættir, sum Frændur borðreiddi við á konsertini. Tað varð heldur ikki væntað frammanundan, og áhoyrararnir vilja eisini hoyra nógv av tí góða, gamla tilfarinum frá Frændum, har boðskapurin er kærleiki, friður og sosialisma.

Áhoyrararnir vildu hoyra løgini, sum vit øll kenna væl og kunnu syngja við til. Tað var eisini tað vit fingu.

Hvørja ferð Frændur eru á palli, spæla teir tær góðu, gomlu landaplágurnar frá teimum fyrstu útgávunum frá miðskeiðis í 80-unum. Hesi kunnu eisini framvegis røra fjøldina, sum tey gjørdu fyrr.

Evergreens sum Hundurin Brúni, Eros og Føroyar, ið komu út fyri eini fimtan árum síðani, eru framvegis floorfillers og ógvuliga væl dámd millum manna.

Hesir sangir hava í dag fingið tann status í Føroyum, at teir verða sungnir til veitslur og prentaðir í sangheftum.

Millum tey eldru løgini vóru eisini nøkur av teimum nýggjaru, ið eru á útgávum frá teimum seinnu árunum, har ikki allir limirnir í Frændum hava verið við.


Væl upplagdir

Tað sást á øllum brøgdum, at tónleikararnir, sum stigu fram á pallin miðskeiðis í høllini, vóru væl upplagdir. Tað hoyrdist væl, at teir eru væl samanspældir. Teir tríggir hava eisini spælt saman í nærum tjúgu ár. (Vit bíða spent eftir at síggja, hvat verður gjørt burturúr tjúgu ára degnum, sum verður um trý ár)

Rani spældi el-gittar, yngri bróðirin Eyðun spældi akkustiskan gittar, meðan Steintór Rasmussen sang fleiri av sangunum. Erik Biskopstø var á bassinum og Høgni Klakkstein sló á trummurnar.

Tað er einki, sum bendir á, at bólkurin hevur mist sambandið við ungdómin, hóast teir allir hava rundað tey tredivu árini. Teir høvdu allatíðina gott samband við áhoyrararnar, og tað var við til at gera konsertina enn betri.

Tað er kanska vert at leggja til merkis, at umleið ein helmingur av áhoyrarunum ikki vórðu føddir ella gingu framvegis við blæðu, tá Rani, Eyðun og Steintór fyrstu ferð trinu fram á føroyska tónleikapallin í 1983.


Umaftur

Tað tóktiskt ikki, at fólk vildu hava teir at gevast, tí tá konsertin leið móti endanum út ímóti hálvgum fýra á morgni, kunngjørdi Steintór, at teir fóru at gevast.

Tá kom róp í fjøldina, sum rópti "umaftur, umaftur".

Teir eftirlíkaðu kravinum frá fjøldini og spældu tríggjar sangir umaftur, sum teir longu høvdu spælt fyrr í konsertini.

Tað vóru Eros, Føroyar og Lívsmynd. Hetta eru sangir, sum ikki ber til at sleppa uttanum, tá talan er um Frændur. Hesir hava eisini tann týdningarmesta boðskapin, sum Frændur hava at bera.