Góðu gestir - vælkomin á vitjan í Runavík!

Tað verður borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, sum fer at seta bústevnuna, Hús og Innbúgv 2003

Tá ið várið er í hondum, og dalar og líðir grønkast, fær tað okkum øll at gera okkum tilreiðar at taka ímóti summarinum.
Fólk, ið ætla sær at seta føtur undir egið borð við at byggja sær egnan bústað, eru vanliga sera virkin um várið.
Ein vitjan á bústevnuni 2003, sum verður komandi vikuskiftið í ítróttarhøllini í Runavík, er staðið, har vit eiga at fáa ein nýggjan íblástur.
       Tað, at vit kunnu møtast til eina slíka stevnu her um okkara leiðir, er at fegnast um.
Nógv byggivirksemi hevur verið seinastu árini, og er tað tí av stórum týdningi, at teir, ið bjóða seg fram innan byggivinnuna við ymiskum tænastuvinnum, kunnu koma saman til eina slíka bústevnu.
Teir, ið hava fyriskipað, hava lagt dent á at skapa góðar karmar.
Vit fegnast um góðu undirtøkuna, sum bústevnan í
Runavík hevur fingið ? at fyritøkur úr øllum landinum og innan øll økir í byggivinnuni hava valt at luttaka.
       Tað skal vera okkara ynski, at bústevnan fer at eydnast væl, bæði hjá tykkum, sum sýna fram og ikki minst hjá tykkum mongu, sum vónandi koma á vitjan.
       Eg fari vegna Runavíkar býráð at bjóða øllum hjartaliga vælkomin á Bústevnuna 2003 í Runavík.