Petur Hans á Høvdanum,
Valevni til Býráðið í Klaksvík
Fólkaflokkurin hevur staðið við róðrið hesi seinastu fýra árini og hevur hann gjørt eitt megnar arbeiði, býi okkara at gagnið. Skuldin er goldin munandi niður, útbyggingar eru gjørdar, nýggjur barnagarður er settur á stovn, eldraíbúðirnar er settar í verk, Dýpingin av Vánni er gjørd, Skúlin á Ziskatrø verður umvældur, Skýlið er næstan liðugt og ein kundi blivi við at nevnt økir, har Fólkaflokkurin hevur tikið ábyrgd.
Sjálvur havi eg verið í Fólkaflokkinum, síðan eg byrjaði at vera áhugaður í politikki umleið 16 ára gamalur og er okkara flokkur, einasti flokkur ið torir at taka ábyrgd. Hetta ætli eg mær eisini at gera, um eg fái tykkara atkvøðu tann 21. november. Eg ætli mær at arbeiða fyri, at tað skal gerast uppaftur betur at liva í Klaksvík. Ungdómurin hevur mín serliga áhuga og her ætli eg mær at arbeiða fyri, at ungdómurin fær so góð kor at virka undir sum gjørligt.
Vitandi um, at dansurin einki høli hevur eftir 1. januar, má ein fara ígongd við tann trupulleikan beinanvegin, tað er undir alt lágmark, at tey ungu ikki kunnu fara í dans í Klaksvík, og tað kann Býráðið ikki bjóða okkara ungdómi.
Fótbólsvøllurin er eitt annað mál, eg ætli mær at arbeiða fyri. Her hevur gingið alt ov long tíð, fyri at gera umstøðurnar betur. Vøllurin kann ikki brúkast tá ið tað regnar illa, og her má ein loysn finnast, áðrenn fótbólstkappingin byrjar næsta ár.
Atlantis er eisini eitt økið, ein kann arbeiða fyri. Tað má kunna lata seg gera at dríva eitt mentunarhús sum Atlantis, og eigur ein býur sum Klaksvík, at hava ein Biograf, Mentunarhús og Sjónleikarahús. Her má ein nevnd seta seg niður og gera ein ætlan fyri at fáa Atlantis opið aftur fyri almenninginum skjótast gjørligt.
Tónleikarabólkarnir hava ikki góðar umstøður at virka undir og her má okkurt gerast, tí Klaksvíkin hevur uppfostrað nógvar góðar tónleikabólkar og skulu vit framvegis vera bestir á hesum økinum, má okkurt gerast við tann trupulleikan.
Hetta eru bert nøkur øki eg ætli mær at arbeiða fyri og vil eg staðiliga heita á ungdómin, um tykkara stuðul tann 21. november.