Dagurin byrjaði sum vanligt. Ogur spældu og runnu og flentu, og fóru so at gera ogum klár til at ganga ein túr.Løtu seinni var alt broytt og øll grótu. Ein grátur, sum enn situr í hjartanum. Góðu Bára og Dánjal Jákup. Ogur fata ikki, at tygur eru deyð. Tygur, sum vóru so livandi og fitt. Ogur hava hugsað so nógv um tygum hetta árið, sum farið er, og tygur fara altíð at búgva í ogra hjørtum. Ogur vita, at tygur eru uppi hjá Jesuspápa og at tygur hava tað gott har. Ogur snakka ofta um tygum og ogur hugsa um tygra foreldur, tygra systkin og avvarðandi. Jesuspápi verði hjá øllum. Heilsan Børnini, sum gingu í útibarnagarðinum saman við Báru og Dánjal Jákup. Tað er nakað í himli hjá børnum at fá,tey, sum elska sín frelsara her;bæði krúnur og gullhørpur fáa tey táog ein klædning, sum snjóhvítur er. Har er nakað at fá, har er nakað at fá!har er nakað hjá børnum at fá;Í tí himalska stað eru øll altíð glað,har er nakað hjá børnum at fá. Tey á gullgøtum ganga og syngja so glaðmillum einglar í ljósinum har;Jesus sjálvur er hjá teimum, minnist til tað,Hann, sum syndir og straff teirra bar.