Góðu býráðslimir, so hendi tað

Mikukvøldið 3. desember kl 17.00 hendi tann fyrsta skutaraólukkan á Heygsvegnum, Tórshavn.

Hesin vegurin sum blívur brúktur sum rasarabani, bæði av bilum, skutarum og motorcrosssúklum, má fyrr ella seinni blíva eitt ólukkustað. Ólukkan sá ræðulig út, og vónandi fær hesin ungi drongurin ikki varandi mein, og heldur ikki tann unga gentan sum koyrdi bilin.
Um summarið verður Heygsvegurin brúktur sum rasarabani av knallertum, ikki bara um kvøldið, men eisini langt út á morgni til kl 05.00. Eg síggi henda ungdómin pimpa undir lyktapelunum, eg skal ikki siga, at teir sum koyra pimpa, men teir eru í hvussu so er uppøstir av onkrum, tí teir koyra sum svakir aftur og fram við ávirkaðum fólki aftanfyri. Av tí at eg veit hetta kemst av, at sovikamari hjá mær vendir út ímóti vegnum, og um summarið fái eg ikki sovið vegna henda larm.
Tað er ikki bara tí at eg ongan náttarfrið fái, at eg skrivi hesi orð, men eisini fyri at fyribyrgja, at tað sum hendi 3. desember ikki skal henda aftur; og tað at eg havi børn, sum lættuliga kunnu enda undir einum bili ella knallert.
Mín áheitan til býráði er tann um at koyra »bump« ella okkurt annað á vegin sum ger, at bilar og knallertir ikki koyra ov skjótt eftir Heygsvegnum. Eisini skal sigast, at ljósið fram við vegnum ikki er sera »lýsandi«.
Eg veit eisini av royndum, at »bump« og aðrar forðingar ikki koma fyrr enn mannalív eru kravd. Vónandi verður Heygsvegurin undantakið.