Gøtutrolarin: Fyrstu pláturnar skornar

Miðskeiðis í hesi vikuni byrjaði pólska skipasmiðjan, sum smíðar skrokkin til nýggja pelagiska skipið hjá P/F Vinnuni í Gøtu, at skera fyrstu stálpláturnar til skipsskrokkin Portalurin frætti úr Pólandi í vikuni, at fyrstu pláturnar, sum seinni skulu gerast partur av nýggja pelagiska skipinum hjá gøtumonnum, nú verða skornar á pólsku skipasmiðjuni, Stocznia Marynarki Wojenej.

- Eg havi í morgun verið á hesi skipasmiðju í øðrum ørindum og veit fyri vist, at skipasmiðjan í dag legði fyrstu stálpláturnar til hendan skrokkin undir teldustýrdu skerimaskinurnar. Hesi allar fyrstu smáu pettini, sum seinni gerast partur av nýggja skrokkinum, fingu sítt skap á skipasmiðjuni í morgun.

Soleiðis ljóðaði meylurin, sum Portalurin fekk úr Pólandi í vikuni.

Maðurin, sum vit hava samband við, er ikki partur av hesi verkætlan, men var sum nevnt á pólsku skipasmiðjuni í øðrum ørindum.

Skrokkurin til nýggja skipið hjá P/F Vinnuni í Gøtu verður smíðaður í Pólandi, og síðan verður skipið smíðað liðugt á Kartensens Skibsværft í Skagen.

Í grein um nýggja skipið í mai mánaða í fjør, skrivaðu vit, at nýggi gøtutrolarin fer at kosta einar 230 miljónir krónur, og hann skal fiska fyri einar 70 miljónir krónur um árið fyri at svara hvørjum sítt.

Nýggja skipið verður ætlandi 81 metrar langt og 17 metrar breitt. Tað kemur at lasta umleið 2.700 tons av fiski og fer at taka umleið 900 rúmmetrar av olju.

Ætlandi verður flaggskipið hjá P/F Vinnuni í Gøtu liðugt einaferð í komandi ári.