Eitt av afturvendandi og sera vælumtøktu tiltøkunum er skemt á kajøkinum á Norðragøtu. Har skulu virkir í Gøtu og har um leiðir rógva kapp í gummibátum. Talan verður um eina stafettkapping har hvørt virki hevur tríggjar luttakarar. Vinnandi virkið fær steyp til ognar.
Stevnan byrjar annars longu fríggjakvøldið við konsert á sandinum í Syðrugøtu. Leygardagin verður stevnan sett í sambandi við at meistaraliðini hjá B68 frá 1992 og GÍ frá 1993 skulu leika. Leygarkvøldið verður sum vanligt bál, felagssangur og miðnáttarrøða á Oyrini í Norðragøtu, har Edmund Joensen, tingformaður, fer at flyta fram røðu. Seinni leygarkvøldið verður dansur í ítróttarhøllini á Kambsdali, har Frændur spæla. Stevnan heldur fram sunnudagin við ítrótti og øðrum undirhaldi.
Vanliga leita nógva fólk sær til Gøtu hesar dagarnar. Talan er í stóran mun um skurðar sum búgva aðrastaðni, sum venda aftur á kendar leiðir.