Í staðin fyri G!festivalin, sum er farin á heysin, skipar samanlagda ítróttarfelagið millum Gøtu og Leirvík,víkingur, fyri einum stevnuvikuskifti Nýstovnaða ítróttarfelagið millum Leirvík og Gøtu, Víkingur, fer í ár at syrgja fyri, at vónbrotnir festival-luttakarar fáa okkurt í staðin fyri G!.
?Vikuskiftið undan Ólavsøku hevur seinastu mongu árini verið stevnuvikuskiftið í Gøtu.
Seinnu árini hevur tað verið G!festivalurin, sum hevur verið hetta vikuskiftið, og undan tí var tað Gøtustevnan, sum Gøtu Ítróttarfelag skipaði fyri, og sum var vikuskiftið undan Ólavsøku.
Síðan G!festivalurin byrjaði, hava Gøtu Ítróttarfelag og G! tó valt at samstarva um ymiskt á tí praktiska økinum, heldur enn at hava tvey tiltøk sama vikuskifti.?, skrivar heimasíðan hjá ítróttarfelagnum.
Víðari skrivar felagið.
?Nú greitt er, at eingin G!festivalur verður í ár, fer samanlagda ítróttarfelagið í Gøtu og Leirvík, Víkingur, at skipa fyri stórum tiltaki vikuskiftið 18. til 20. juli. Seinni verður meira at frætta um, hvussu tiltakið verður fyriskipað.?