Gøturnar framvegis ongan góðan

- Tekur eingin ábyrgdina av hagagøtunum og vælir tær um, steðgar ferðafólkaríðingin, sigur Leif Berg, sum eigur og rekur Berg-Hestar

 

FERÐAVINNA

Stríðið um hagagøturnar og gomlu bygda- og varðagøturnar stendur við. Í nógv ár hevur Leif Berg, sum eigur og rekur Berg-Hestar, baksast við almennar og kommunalar myndugleikar um, hvør eigur uppgávuna at hampa og væla um gøturnar. Nógvar gøtur ganga ígjøgnum privata jørð, kommunala jørð og festijørð. Uttan mun til tað eru gøturnar fortreytirnar fyri ríðingini hjá Berg-Hestum, men tær flestu gøturnar eru í so ringum standi, at bæði fólk og ross eru í stórum vanda fyri at bróta seg sundur. Hendir einki nakað skjótt, steðgar ferðafólkaríðingin hjá Berg-Hestum.

- Tað ber ikki til at halda fram undir verandi umstøðum. Gøturnar eru so vánaligar, at tað ber rætt og slætt ikki til at ríða á teimum, sigur Leif Berg.


Skapa fordømi

Síðani Leif Berg var frammi í fjølmiðlunum í vár við málinum, er Tórshavnar býráð farið undir at væla um og hampa tríggjar gøtur, býráðið varðar av. Og sum skilst eru pengar bæði restina av hesum árinum og komandi ár settir av til at umvæla fleiri gøtur.

- Tað er avgjørt eitt framstig, at hesar gøturnar verða gjørdar og at býráðið tekur hetta í álvara. Men tíverri liggja gøturnar, sum tað almenna eigur ábygdina av, framvegis í órøkt og eingi útlit eru fyri, at tær verða hampaðar, sigur Leif Berg.

Úr Vinnumálastýrinum hevur Leif Berg fingið at vita, at tey einki kunnu gera, tí tey vilja ikki skapa fordømi. Við øðrum orðum er Vinnumálastýrið ikki sinnað at væla um almennu gøturnar, ríðingin hjá Berg-Hestum er treytað av, tí so koma onnur og krevja aðrar og fleiri gøtur gjørdar.

- Spurningurin um, hvør so skal gera hesar gøturnar, er framvegis óloystur. Aðra staðni syrgir tað almenna fyri, at fortreytirnar fyri ferðavinnu eru í lagi, tí tey vita, at íløgurnar geva seg fleiri ferðir aftur. Soleiðis er hugsunarhátturin eftir øllum at døma ikki her, sigur Leif Berg.


Málið fløkt

Ferðaráðið hevur øll árini verið kunnað um málið og fingið áheitanir frá Leifi Berg um at loysa málið. Í vár lovaði stjórin á Ferðaráðnum, Heri Niclasen, at hann vildi gera alt, hann var mentur fyri at gongd kom á málið. Nú lítið hálvt ár er liðið síðani, sigur hann, at aðrar uppgávur hava verið hægri raðfestar, men at hann framvegis arbeiðir við málinum.

- Vit hava avgjørt ikki slept málinum. Í vikuni skulu vit hava fund við formannin í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráð um málið og síðani seta vit okkum í samband við Vinnumálastýrið saman við Leifi Berg. Ríðingin má undir ongum umstøðum detta niðurfyri. Ferðaráðið kann ikki sjálvt seta pengar av til at gera gøturnar aftur. Fái eg sama svar sum Leif Berg hevur fingið frá Vinnumálastýrinum, dugi eg ikki at siga, hvat hendir. Málið er ikki so einfalt, tá ið nógvir partar eru uppií, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya.

Leif Berg hevur áður skotið upp fyri kommunalum og almennum myndugleikum, at nakrar gøtur verða gjørdar um árið til allar eru umvældar og hampaðar.

- Hetta eigur ikki at vera so tíðarkrevjandi ella kostnaðarmikið. Gøturnar eru eisini eitt stórt aktiv hjá øðrum, teimum, sum dámar væl at ganga og súkkla eitt nú. Og um ferðavinnan skal rinda avgjald fyri at fáa gøturnar gjørdar, hava vit einki ímóti tí. Bara gongd kemur á.